KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen.

1. deild menn nýtt oddalið í deildini

1. deild menn18-05-2013 - Jónfinn Petursson

1. deild menn: HB - Víkingur 3-2 (3-1)

Næstbesta lið okkara megnaði í dag at vinna spennandi dystin móti næsta liðnum hjá Víkingi við 3-2. Hóast leiðslan í hálvleikinum var greið, endaði dysturin við einum smølum sigri.


Kári Nielsen, ið minnir mest um góða vínið, ið bara blívur betur og betur, legði okkum framum longu í sætta minutti. Bara tveir minuttir seinni økti Johan Ejvind R. Mouritsen um leiðsluna til 2-0.

Tá lítil hálvur tími var leiktur, skoraði Jákup Slættalíð sítt sjeynda mál í ár fyri 1. deild við einum góðum skallara og beindi okkum á sigurskós. Beint fyri hálvleik minkaði Per Gregersen um munin til hálvleiksstøðuna 3-1.

Fimm minuttir inni í seinna hálvleiki minkaðu gestinir enn einaferð um munin, tá Martin Olsen skoraði til 3-2. Hóast møguleikar vóru til tað, komu ikki fleiri mál, og tí megnaðu okkara frálíku menn at koyra spennandi dystin í hús.

Við hinum úrslitunum í dagsins dystum, har millum annað grannarnir fyri sunnan inni á Toftum megnaðu at halda toftamonnum til málleysan javnleik, hevur HB hálað seg upp á fremsta pláss í 1. deild.

Flott avrik dreingir og hjartaliga til lukku við góða sigrinum.


Myndir: Rakul Hansen