KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







1. deild heldur fast í oddasessinum

1. deild menn09-06-2013 - Jónfinn Petursson

1. deild menn, 14. umfar: Skála - HB 1-2 (0-2)

Tað koyrur bara hjá næstbesta liði okkara, og leygardagin vóru vit á vitjan undir Mýruhjalla á Skála.


Í fyrra dysti okkara millum í Gundadali megnaðu skálamenn at fara sigrandi av vøllinum, hóast vit royndu at koma afturí aftur móti dystarenda. Leygardagin var so spennandi oddadystur á skránni millum liðini aftur, hesuferð á Skála. 

Bárður J. Heinesen byrjaði málskjótingina, tá lítið korter var leikt. Beint fyri hálva tíman økti Kári Nielsen til 2-0.

Ólavur Mikkelsen minkaði um munin fyri Skála beint eftir byrjan av seinna hálvleiki, og nú stóð á gomlum nøglum aftur.

Fleiri mál komu tó ikki í dagsins dysti, og hóast Bárður J. Heinesen hjá okkum tiltuskaði sær tvinni gul og harvið reytt kort, megnaðu vertirnir ikki at gera sær dælt av hesum.

Tá toftamenn samstundis vunnu greiðan sigur á næstbesta liðinum hjá TB, hava liðini bæði lagt sjógv í millum til hini liðini.

Vit fegnast um góðu gongdina hjá næstbesta liði okkara og takka fyri gott undirhald. Komandi leygardag verður rættilig toppuppgerð, tá B68 kemur á vijtan í Gundadali.

Dysturin verður leygardagin 15. juni kl. 15.00


Hagtølini:

1. deild menn, 14. umfar: Sunnudagin 8. juni kl. 15,00 undir Mýruhjalla

Skála - HB 1-2 (0-2)
0-1 Bárður J. Heinesen 14
0-2 Kári Nielsen 28
1-2 Ólavur Mikkelsen 46

Liðið: Eli Nolsøe Leifsson - Jákup Slættalíð, Bartal Wardum (Kári Hvannastein 71), Magnus Egilsson, Tróndur Jensen, Páll Holm Jacobsen (Dávid R. Nolsøe 82), Jóannes Iversen (Bárður S. Guttesen 63), Bárður Mittelstein, Kári Nielsen, Bárður J. Heinesen og Sørin N. Samuelsen (liðsk.)

Eyka: Símun Eliasen

Venjari: Frankie Jensen
Hjálparvenjari: Símun Eliasen