KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







1. lið02-07-2015 - Jónfinn Petursson

Europa League: FK Trakai – HB 3-0

Fyri so vítt er okkara leiklutur í ársins Europa League longu liðugt spældur. Eftir skorfleingjuna í Kaunas í kvøld, er ringt at síggja at vit megna at venda gongdini á Tórsvølli.

FK Trakai var betur allan dystin og sum so er einki at siga til góða og sannførandi sigurin. Vit megnaðu bara ikki at bjóða teimum upp til dans. Tá vit so vístu tenn, valdi ivasami georgiski dómarin at brískla fyri einum alla øðrum.

Men tá so støður uppstóðust, eitt nú tá Arnbjørn bleiv feldur og eisini í seinna hálvleiki tá Ronald Solomin somuleiðis fekk harða viðferð í okkara brotsteigi, valdi maðurin í gulum, ikki at bríksla.

Aleksandr Bychenok legði Trakai framum tá tjúgu minuttir vóru leiktir og henda støðan helt sær, hóast fleiri góðar møguleikar til vertirnar, til hálvleiks.

Ein minutt eftir tímaslagið skoraði David Arshakyan og stutt fyri leiklok punkteraði Ronald Solomin øllum okkara vónum fyri returdystin, við at skjóta mál til 3-0

Beint eftir 2-0 málið fóru rullugardinurnar niður hjá Santos. Akkkurát sum í steypafinaluni í fjørð, megnaði hann, ein av mest royndu leikarunum á okkara liðið, at tiltuska sær eitt fulkomiliga idiotiskt reytt kort fyri at fara í sjálvsving. Var brekkan brøtt áðrenn, var hon inni minni brøtt eftir.

Skal okkum verða lív lagað í Europa League 2015, skal einki minni enn eitt Guds undur til, og at meta út frá dagsins dysti, er sera torført at síggja hvar tað skal koma frá.

Okkurt jaligt var tó at síggja í dag. René royndist enn einaferð sum ein brandur. Stuttligt var at síggja Bartal og Teit á vøllinum móti dystarenda og Heini bardist so nógv á miðvøllinum, at móti dystarenda, var einki djús eftir.

Arnbjørn vísti góðar taktir. So hóast vit taptu greitt vóru løtur við hugaligum smáspæli og góðum renningum. Vit mugu bara blakað henda dystin afturum okkum og herja á aftur tá litavarnir koma á Tórsvøll.


Koyr á, HB!


HAGTØLINI

Europa League, 1. undanumfar hósdagin 2. juli 2014 kl. 18:00 á Darius og Girénas Stadion, Kaunas

FK Trakai – HB 3-0 (1-0)
1-0 Aleksandr Bychenok 20’
2-0 David Arshakyan 61’
3-0 Ronald Solomin 86’

Gult kort: Rógvi S. Holm, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen, Levi Hanssen og Jógvan Rói Davidsen
Reytt kort: Alex José dos Santos

Dagsins maður: René Shaki Joensen

Liðið: Teitur M. Gestsson – Alex José dos Santos, Jóhan T. Davidsen, Rógvi S. Holm, Jógvan Rói Davidsen (Gunnar Haraldsen 65), Levi Hanssen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen (liðsk.), René Shaki Joensen, Christian R. Mouritsen (Bartal Wardum 76) og Arnbjørn T. Hansen (Teit Jacobsen 79)

Óbrúktir eykaleikarar: Petur S. Thomsen, Adrian Justinussen, Poul Ingason og Símun Samuelsen

Á beinkinum: Heðin Askham, Símun E. Samuelsen, Tróndur Vatnhamar, Jan F. Jensen og Ólavur Midjord

Dómari: Lasha Silagava (GEO)
Hjálpardómarar: Zaza Menteshashvili og Zaza Pipia (GEO)
4. dómari: Georgi Vadachkoria (GEO)


Myndir: Turið og Knút