KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
HB - 07 Vestur
29. apríl kl. 18.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Javnleikur á Gibraltar

1. lið02-07-2014 - Jónfinn Petursson

Champions League, 1. undanumfar, fyrri dystur: Lincoln Red – HB 1-1

Vit koma heim aftur við einum góðum javnleiki umframt einum útivallarmáli. Helst kundu vit havt skorað fleiri, serliga í fyrra hálvleiki, men úrslitið er fínt og útgangsstøðið til seinna dystin frálíkt.

Okkara heimildari í dag, Gestur Hovgaard, hevur sent okkum eina góða og ítøkiliga frásøgn frá dagsins dysti í fyrsta umfari í Champions League.

"Okkara byrjaðu betri og stýrdi spælinum frá fyrsta bríksli, tað vardi nærum 10 minuttir áðrenn Teitur hevið bóltin, og tá kundu vit við eitt sindur av hepni longu havt skorað.

Tó stórt korter var leikt, fær Lincoln brotsspark. Dómarin metir at Kristin fer ov harðliga í ryggin á Lee Casciaro. Tað sama kundi hann havt gjørt eitt korter seinni tá Fróði var rendur sera harðliga í ryggininni í teirra brotsteigi, men tíverri fingu vit einki tað ferðina.

Í fyrra hálvleiki spældu vit okkum til fleiri góðar møguleikar, sum áttu at givið mál. Bæði Fróði, Levi og Jóan Símun komu í góðar støður, men hepnið var ikki við okkum. Ístaðin fær Lincoln ein risa møguleika tá Kyle Casciaro royndi seg við dundurskoti útifrá. Enn einaferð vísti Teitur super klassa og bjargaði væl.

Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri endaði, vit høvdu bóltin 70-80% av tíðini, men vóru ikki nóg neyvir. Serliga nakað eftir tímaslagið átti Jóan Símun at skorað, men hann var akkurát ov stuttur á innlegginum.Jordan Perez í Lincon málinum vísti eisini góð evni og bjargaði teimum væl nakrar ferðir.

Tá smáir tjúgu minuttir vóru eftir bragdaði. Jóan Símun og Levi kombineraðu seg ígjøgnum í vinstru og Levi sendi bóltin ískalt í málið.

Tað løgna var, at ongin jublaði, tí ongin sá hann bóltn málinum. Tó, tá dómarin bríkslaði og peikaði á miðjuna var rómurin, sum verða man, øgiligur á okkara fáu áskoðarum.

Beint eftir málið hjá okkum var einasta løtan har Lincoln royndi at leggja press á. Tað mundi givið úrslit eftir fríspark beint uttanfyri brotsteigin í 28. minutti, men tíbetur var Teitur aftur klárur og heilt undir yvirleggjaranum fekk hann hegnisliga jústað bóltin út.

Skjótt tóku vit yvir aftur, og kunnu iðra okkum um ikki at fáa næsta málið eisini. Men innsatsurin og viljin var góður, vit vóru væl betra liðið, so vit hava góðar vónir til returdystin.

Vertirnir spæla rættilga eingaldan "enskan" fótbólt við nógvum høgum bóltum og longum innkastum. Eisini lúra teir ofta eftir skjótum umstillingum og kontramøguleikum."

Venjararnir gjørdu bara tað eina skiftið tá Poul kom inn fyri Kristin. Helst tí teir kendu seg so tryggar við støðuna og fyri at spara eykaleikararnar til returdystin í komandi viku.

Eitt frálíkt stig í Champions League er komið í hús. Sum tað ljóðaði á Victoria leikvøllinum vóru heimaáskoðararnir sera væl nøgdir við sítt lið.

Tað eru vit eisini og gleða okkum nú til komandi týsdag tá vit hittast aftur á Tórsvølli. Flott avrik og hjartaliga til lukku við javnleikinum.


Koyr á, HB!


HAGTØLINI

Champions League, 1. undanumfar mikudagin 2. juli 2014 kl. 19:00 Victoria Stadion, Gibraltar

Lincoln Red –HB 1-1 (1-0)
1-0 Joseph Chipolina 18’ (br.)
1-1 Levi Hanssen 71’

Gult kort: Alex José dos Santos

Liðið:Teitur M. Gestsson – Alex José dos Santos, Jóhan T. Davidsen, Rógvi S. Holm, René Shaki Joensen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen (liðsk.), Levi Hanssen, Kristin R. Mourtisen (Poul Ingasson 84), Tróndur Jensen og Jóan Símun Edmundsson

Óbrúktir eykaleikarar: Thomas Knudsen, Bartal Wardum, Pál Mohr Joensen, Jógvan Rói Davidsen, Andrew av Fløtum og Teit Jacobsen

Á beinkinum:Heðin Askham, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe

Dómari: Alexander Boucaut (BEL)
Hjálpardómarar: Danny Huens OG Cédric Warnox (BEL)
4. dómari: Christof Virant (BEL)


Myndir: Turið Láadal Sejersdóttir