Vunnu fyrru hálvfinaluna

Í allarfagrastu líkindum á Svangaskarði vunnu okkara í kvøld fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Okkara stríddust væl og vóru betra liðið, men toftamenn vóru ikki fyri ongum og komu til nakrar møguleikar.



Hópurin var broyttur nakað í mun til síðsta dyst í Fuglafirði. René S. Joensen og Pál Mohr Joensen vóru á bonkinum, meðan Tróndur Jensen og Alex Jose dos Santos byrjaðu inni. Christian lá sum fremsti maður, men bara í 19 minuttir, tá hann mátti av vøllinum, tí hann kendi sær okkurt í hælinum. René kom so inn, og Levi fór fremst.



Longu í 2. minutti komu vit til fyrsta møguleikan. Christian rekur til baklinjuna og sendir bóltin væl innfyri, har Fróði er fyrstur á, men tíverri beint við síðuna av. 2 minuttir seinni endar gott B68 álop við, at bólturin verður sendur framvið málinum hjá Teiti. Lítla løtu seinni er aftur galið, tá ein B68’ari brádliga fangar ein bólt og gerst púra leysur móti málinum. Teitur heldur tó høvdið kalt og fær bóltin væl av toftamanninum.



Nú løgdu okkara eitt áhaldandi trýst á B68 málið, og m.a. Alex var nógv framvið hesa løtuna, og bæði hann og Kristin komu til onkran góðan møguleika. Í 10. minutti fáa vit bóltin í málið, men tíverri var Kristin rangstaddur, tá hann setti returin inn, og málið varð kolldømt. Trýstið gav ikki úrslit, og so við og við linkaði tað nakað, hóast vit vóru nógv meira á bóltinum.



Í 29. minutti kemur Fróði í góða støðu og sendir bóltin væl móti tríkantinum, men Kristian Joensen í B68 málinum er klárur og bjargar meistarliga til horna. 10 minuttir seinni fáa vit aftur ein góðan møguleika, tá vit fáa fríspark beint uttanfyri brotsteigin í høgru síðu. Alex tekur tað og sendir bóltin í nærmaru stong og út. Vit fingu okkurt horna afturat seinastu minuttirnar av hálvleikinum, men einki mál kom.



Í hálvleikinum kom Poul Ingason á vøllin fyri Heina Vatnsdal. Hann legði seg fremst, meðan Levi fór út í síðuna. Í 52. minutti fáa toftamenn ein góðan møguleika, tá Andrias á Líknagøta gerst leysur móti málinum, men Teitur bjargar væl. B68 royndi at trýsta hesa løtuna, og minuttin seinni fingu teir aftur ein góðan møguleika, sum einki spurdist burturúr, tíbetur.



4 minuttir seinni fáa vit endiliga hol á. Vit eru í álopi, og brádliga kemur Levi í góða støðu nakað útifrá. Hann smekkar til, og tá ein B68’ari samstundis taklar, fer bólturin í einum boga upp í málhornið, uttan møguleika hjá Kristian at bjarga. 1-0 til okkara, sum hevði við sær, at meira lív kom í dystin, tí toftamenn fullu als ikki í fátt av málinum men hildu á at stríðast. Í 69. minutti endar eitt gott B68 álop við, at Óli smekkar til móti málinum, men Teitur bjargar til horna. Teir royndu at trýsta, men komu ikki til teir heilt stóru møguleikarnar afturat.



Okkara tóktust taka tað meira róligt seinastu løtuna, men lógu framvið og fingu onkran møguleika. Í 82. minutti hava vit horna, og har er Fróði hægstur og skallar væl móti málinum, men Kristian verjur fyri til horna. Onkur hálvur møguleiki kom afturat, men fleiri mál komu ikki í dystinum, og sostatt fingu vit kravda sigurin móti toftamonnum í hús.



Sigurin var uppiborin, tí hóast vit ikki veruliga fingu ferð á, og spælið at koyra, stríddust okkara fyrimyndarliga og høvdu størru møguleikarnar. Seinna hálvfinalan verður á ovara Vølli mikudagin 18. juni, tá vit helst skulu fáa finaluplássið í hús. Næsti dystur er annars 2. Hvítusunnudag á heimavølli móti EB/Streymi.

Koyr á, HB!


HAGTØLINI

Løgmanssteypið, hálvfinala 5. juni 2014 kl. 19:00 á Svangaskarði

B68 – HB 0-1 (0-0) 

0-1 Levi Hanssen 57’

Liðið: Teitur M. Gestsson – Alex Jose dos Santos, Jóhan T. Davidsen, Rógvi S. Holm, Jógvan Rói Davidsen (Símun Samuelsen 59) - Tróndur Jensen, Kristin R. Mouritsen, Levi Hanssen, Fróði Benjaminsen (liðsk.), Heini Vatnsdal (Poul Ingason 46) - Christian R. Mouritsen (René Shaki Joensen 19)

Óbrúktir eykaleikarar: Thomas Knudsen og Pál Mohr Joensen

Á beinkinum: Heðin Askham, Jón Simonsen, Kaj Niclasen og Jan F. Jensen

Dagsins maður: Teitur Gestsson (red)

Gul kort: Poul Ingason

Dómari: Petur Reinert
Hjálpardómarar: -Kristian Sofus Petersen, Jóannes M. Mikkelsen, Dagfinn Forná og Eiler Rasmussen
4. dómari: Vinjard Dam


Myndir: Rakul Hansen