Vit koyra á


Effodeildin, 19. umfar: HB – 07 Vestur 3-0



Eftir at hava vunnið 3 dystir á rað móti liðum frammanfyri okkum, skuldu okkara í dag vísa, at góða gongdin eisini sæst, tá vit spæla móti aftaru liðunum.




Roknast kundi við, at vágamenn komu í Gundadal at verja eina stigið, og soleiðis gjørdist eisini. Teir vóru tó ikki heilt vandaleysir og komu fram til møguleikar. Tað var eftir ein slíkan hálvan møguleika til gestirnar, at vit fingu hol á. Í 4. minutti hava vit horna í vinstru síðu. Tað sendir Adrian væl innfyri, har okkurt órógvar málverjan, so hann ikki fær tamarhald á, og bólturin endar hjá einum leysum Bartal, sum smekkar hann í kassan til 1-0.



Minuttin aftaná er tað Stankov sum verður sendur avstað við einum fríleypara, men tíverri kom einki burturúr. Vit fingu fleiri møguleikar tíðliga í dystinum m.a. tá dagsins maður Daniel Johansen sendi eitt gott skot móti málinum, men tað endaði við horna. Løtu seinni er tað Pingel sum roynir seg við góðum skoti, men frálíki málverjin hjá gestunum vardi til horna.



Í 19. minutti hava gestirnir innkast í okkara vinstru síðu. Tað verður tikið væl innfyri, har bólturin endar hjá einum vágamanni, sum smekkar til, men Teitur verjir væl fyri. Nakrar minuttir seinni hava vit fríspark í góðari støðu. Tað liggur til vinstra beinið hjá Daniel, sum sendir eitt frálíkt skot heilt úti við stongina, men málverjin bjargar flott. Bólturin kemur út til Øssur sum roynir at skalla í netið, men tíverri beint uppum. Vit fingu fleiri góðar møguleikar afturat, men tað bleiv bara tað eina málið í fyrra hálvleiki. Tó mundu gestirnir skor beint áðrenn hálvleik, men skotið fór beint við síðuna av.



Bara tveir minuttir fóru farnir av seinna hálvleiki, tá vit økja um leiðsluna. Daniel sendir ein góðan bólt inn í brotsteigin, og har stendur Øssur klárur og setir hann við høvdinum dygst í samankomingina til 2-0. Flott mál. Lítla løtu seinni er Pingel í akrobatiska horninum og saksar ein bólt móti málinum, men aftur verður vart væl fyri til horna. Nakrar minuttir seinni er galið í hinum endanum, tá gestirnir fáa einar 2-3 møguleikar at skjóta, men hvørja ferð kasta okkara seg fyri og blokera, so einki spyrst burturúr.



Nú gjørdist meira friðarligt eina løtu, men vit komu til onkrar góðar møguleikar afturat, har bæði Stankov og Øssur kundu økt um leiðsluna, men tíverri lukkaðist tað ikki tá. Í síðsta minuttinum av dystinum hava vit bóltin frammalaga í vinstru síðu. Innskifti Símun Samuelsen gevur sær góðar stundir og bíðar, til liðskipari okkara Jóhan Troest Davidsen kemur rennandi og leggur ein perfektan bólt í høvdið á honum, og so varð 3-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.



Samanumtikið ein ruddiliga uppiborin sigur á vágamonnum, sum tó als ikki vóru fyri ongum. Teir manglaðu kanska sín vandamiklasta áleypara í dag, men hóast tað komu teir til nakrar góðar møguleikar og kundu saktans fingið eitt mál. Stuttligt at síggja okkara halda á og stríðast fyri sigrinum til tað síðsta. Vit kunnu ikki annað enn vera væl nøgd við gongdina og gleða okkum til næsta dyst sum verður longu hóskvøldið í Fuglafirði.



Vónandi síggja vit nógvar áskoðarar tá eisini.




KOYR Á, HB!!!!




HAGTØLINI



Effodeildin, 19. umfar sunnudagin 20. august 2017 kl. 15.00 í Gundadali



HB – 07 Vestur 3-0 (1-0)
1-0 Bartal Wardum 4’
2-0 Øssur Dalbúð 47’
3-0 Jóhan Troest Davidsen 91'



Gult kort: Jógvan Rói Davidsen og Adrian R. Justinussen



Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Johan Troest Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Sebastian Pingel (Símun Samuelsen 67), Adrian Justinussen (Heri H. Mohr 79), Tróndur Jensen, Daniel Johansen (Levi Hanssen 89), Aleksandar Stankov og Øssur Dalbúð



Óbrúktur eykaleikarar: Bjarti V. Mørk, Hans Jákup Annfinsson, Sveinur Lava Olsen og Aron Clementsen



Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe



Dagsins maður: Daniel Johansen



Dómari: Dagfinn Forná
Hjálpardómarar: Andrew Christiansen og Jonleif Frederiksen
4. dómari: Jan Andersen



Myndir: Rakul Hansen