Vit eru í hálvfinaluni

Løgmanssteypið, 1/4-finala: HB – EB/Streymur 2-1

At dysturin fekk so rokaligan enda, hevði dómarin helst sjálvur skuldina av. Í staðin fyri at tosa og samráðast átti hann at havt víst nøkur kort beinanvegin, so var linjan løgd.


Tá tað ser sagt, so vunnu vit við eymk og fret spennandi steypadystin móti uppflytarunum úr Sundalagnum. Hóast vit beinanvegin komu í góðar støður, eitt nú vit Ara Mohr Olsen og dagsins manni, Sebastian Pingel, duttu vit aftur í drálifelluna og fóru at spæla í innanduraleikferð.


Støðan batnaði ikki eftir steðgin. Hetta megnaði sandoyingurin í álopinum hjá EB/Streymi, Dan í Soylu, at brúka til sín fyrimun, og við sera góðum einmansavriki sendi hann bóltin í netið, tá átta minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.


Nú fóru gestinir nakað aftur á vøllin og lúrdu eftir kontramøguleikum. Vit virkaðu meira og meira máttleystir, og beint eftir tímaslagið brúktu vit allar okkara útskiftingar í einum.


Tá stórir tíggju minuttir vóru eftir at leika, fekk Símun Samuelsen tiltuskað sær brotspark, tá Árni G. Olsen við báðum hondum í rygginum á framherjanum skumpaði hann um koll.


Helst væntaði verjuleikarin, at dómarin ikki tordi at døma, men tað gjørdi hann, hóast hann ikki tordi at geva sundalagsmanninum sítt seinna gula kort. Tað fekk hann tó seinni. Rókur var ísakaldur og javnaði við góðum og avgjørdum brotssparki.


Tríggjar minuttir fyri leiklok var aftur mál. Hesa ferð sendi Johan ein langan bólt fram í brotsteigin, og millum Símun og málverjan kom bóltuin fyri føturnar á Ára, sum onkursvegna fekk skumpað bóltin í málið.


Í yvirtíðini royndi gestirnir púra desperatir at trýsta, og var tað ikki fyri Teit í málinum, máttu vit helst út í longda leiktíð. Men vit hava besta málverjan í landinum, og tá hann letur aftur, er einki at gera.


Rokið móti endanum stóðst av, at Heðin Hansen taklaði ein mótleikara aftanífrá, og helst vildi dómarabólkurin kompensera fyri ivasama avrikið við at ”flasha” um seg við kortum seinastu løtuna.


Umframt at Heðin fekk reytt, og Símun fekk gult, máttu bæði Árni og Poul G. Olsen eisini av vølli fyri ávíkavist sítt seinna gula og beinleiðis reytt kort.


Hvussu er og ikki, so vit eru í pottinum nú lutakastið til hálvfinalurnar skal avgreiðast, og tað er eisini staðfest, at steypaliðini seinastu mongu árini, EB/Streymur og Víkingur, ikki eru við longur.


 



KOYR Á, HB!!!!
 



HAGTØLINI


Løgmanssteypið, 1/4. finala,Skírisdag 13. apríl 2017 kl. 17.00 í Gundadali


HB – EB/Streymur 2-1 (0-0)
0-1 Dan í Soylu 53’
1-1 Rókur av Fløtum Jespersen 79’ (br.)
2-1 Ári Mohr Jónsson 87’


Gult kort: Ári Mohr Jónsson, Sebastian Pingel og Jóhan Troest Davidsen
Reytt kort: Heðin Hansen


Liðið: Teitur M. Gestsson – Dánjal Pauli Davidsen (Ári Mohr Jónsson 62), Bartal Wardum, Johan Troest Davdisen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Símun Samuelsen, Heðin Hansen, Tróndur Jensen, Levi Hansen (Rókur av Fløtum Jespersen 62), Ari Mohr Olsen (Poul Thomas Dam 62) og Sebastian Pingel


Óbrúktur eykaleikarar: Mattias Lamhauge, Heri H. Mohr, Adrian Justinussen og Hjalti K. Djurhuus


Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe


Dagsins maður: Sebastian Pingel (red.)


Dómari: Alex Troleis
Hjálpardómarar: Jørleif Djurhuus og Rúni Olsen
4. dómari: Rani A. Skaalum



Myndir:
Rakul Hansen