Vit dumpaðu

Effodeildin, 25. umfar: HB – AB 1-2



Fyri at taka stutt samanum dagsins dyst móti lítlabeiggja av Argjum, sum at kalla eru fluttir niður í næstbestu deildina, so kunnu vit bara kalla avrikið pínligt.





At vit móti dystarenda, eftir at hava verið á odda, lata eitt av ringastu liðunum í deildini skjóta tvey mál móti okkum á heimavølli okkara og har afturat klára at tiltuska okkum tvinni reyð kort, er bara ikki nóg gott.





Øll rundanum besta liðið, og tað umfatar eisini okkum uttanfyri vøllin, mugu hyggja í spegilin og spyrja okkum sjálvi, hvat vit kunnu gera betur.





Her verður eisini hugsað um teir famøsu ”bessenvissere” sum aloftast bara duga at síggja tað negativa í øllum tí, sum okkara ungu menn royna at gera.





Fyri at koma burturúr hesi skommini mugu vit standa saman og heppa á og hjálpa okkara monnum fram. So herfrá skal ljóða eitt varskó til øll í Havnar Bóltfelag um, at vit mugu taka okkum saman, taka annað skinn um bak og lyfta í felag. 

Og minnist til, at vit vinna sum eitt felag og vit tapa sum eitt felag.





Meira verður ikki sagt í dag, tí dysturin var so vánaligur, at har er ikki nógv at skriva heim um. Vónandi verður betur komandi vikuskifti, tá enn ein niðurflytari er hinumegin miðjuna.




KOYR Á, HB!!!!




HAGTØLINI



Effodeildin, 25. umfar sunnudagin 25. september 2015 kl. 15.00 í Gundadali



HB – AB 1-2 (0-0)

1-0 Øssur Dalbúð 67’
1-1 Patrik Johannensen 78’
1-2 Dion Splidt 88’



Gult kort:
Bartal Wardum og Johan Troest Davidsen
Reytt kort: Rókur av Fløtum Jespersen og Ári Mohr Jónsson



Liðið:
Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Jóhan Troest Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Christian R. Mouritsen, Rókur av Fløtum Jespersen, Adrian Justinusen (Tróndur Jensen 46), Teit Jacobsen, Ari Mohr Olsen (Pál Mohr Joensen 73) og Arnbjørn Hansen (Øssur Dalbúð 66)



Óbrúktur eykaleikarar:
Niklas Thomsen og Magnus Egilsson



Á beinkinum:
Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe



Dagsins maður:
Jógvan Rói Davidsen



Dómari:
Alex Troleis
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Jørleif Djurhuus
4. dómari: Janus Fossdalsá