Víkingur vitjar leygardagin

Undan 22. umfari í Effodeildini: HB – Víkingur


Hóast skiltið á R. C. Effersøesgøtu vísur at "HB og VÍK” skulu spæla leygardagin, eru tað FM-vinnararnir úr Víkingi ið koma á vitjan.




Well den, mennirnir hjá Bagga koma á vitjan, og í skrivandi stund verður dysturin spældur kl. 15.00 leygardagin.

Tíðarsetingin má sigast at verða sera keðilig, havandi í huga, at havanmenn, og ja, les menn, kela bilin og diggast í túninum hesa tíðina. Men, vónandi leggur onkur bilbustina og gøtukustin frá sær í tveir tímar.



Ná, talan er jú um dyst, og nummar eitt kemur á vitjan hjá nummar fimm. Summi vildu helst at numrini vóru øvugt býtt, men veruleikin er, at vit ikki rættuliga hava fingu gongd á fyrr enn eftir summarstegðin.



Góði sigurin á liðunum úr Suðuroy seinast, vísur eisini greitt mannsmót og ”never say die” hugburð ið ger tað stuttligt, at fylgja við HB.



Eystanmenn liggja sera væl í svinginum og hóast fleiri undraðust á at venjarin einki gjørdi við at fáa meðalaldurin niður, mugu vit bara enn einaferð staðfest, at tað góða vínið, verður betri við árunum.



Helst fara víkingar at liggja og lúra eftir møguleikunum leygardagin, men samanumtikið er tað ein grund til at dagsins gestir liggja ovast á stigatalvuni.



Góðir eru teir, men ikki betur enn so, at vit eisini eiga at skula hava okkurt at siga. Vit eru í Gundadali, okkara leikvølli, og her ráa vit.



Vit gleða okkum til spennandi dystin sum verður leygardagin kl. 15.00 og bjóða øllum; hjartaliga vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll.




Góðan dyst og koyr á, HB !!!!




Allir dystirnir í 22. umfari eru hesir:

1609 HB – Víkingur
1609 ÍF – B36
1609 KÍ – EB/Streymur
1609 TB/FCS/Royn – NSÍ
1609 07 Vestur - Skála


Mynd: Rakul Hansen