Víkingur á vitjan í Gundadali

Undan 6. umfari í Effodeildini: HB - Víkingur

Eins og hjá kvinnunum fær Effolið okkara seg rættuliga roynt sunnudagin, tá Víkingur kemur á vitjan. Toppuppgerð er á skránni.


Víkingur hevur sanniliga verið flúgvandi higartil í kappingini og liggur fremst í Effodeildini. Ikki er munurin millum fremstu liðini stórur, men fremst er fremst.

Tá tað er sagt, kunnu vit eisini staðfesta, at stigini, ið eru vunnin, eru vunnin á heimavølli, og tað er eisini vert at notera sær, at Víkingur sum einasta lið í kappingini higartil hevur spælt 4 av 5 dystum á heimavølli!

Einasta tapið higartil hevur verið á útivølli, tá teir í Gundadali í 2. umfari vórðu smurdir av av B36. Hetta fingu teir hevnt seinasta vikuskifti, tá teir vunnu ein tepran 2-1 sigur á B36, ið góðan part av dystinum spældi við 10 monnum.

Hjá okkum hevur gongdin higartil verið skilagóð, og hóast vágamenn vóru rættuliga tungir at dansa við, megnaðu vit at skapa møguleikar til ein trivaligan sigur, tó uttan at skora tað forloysandi málið.

Sunnudagin verður tó umráðandi at ansa okkum sera væl, men hinvegin ikki so væl at vit gloyma at spæla okkara spæl og vísa gestunum, at í Gundadali ráða vit og eingin annar.

Gera vit tað, eigur at gangast okkum gott. Vit gleða okkum almikið til spennandi dyst sunnudagin og fara at ynskja øllum vitjandi hjartaliga vælkomnum í Gundadal.

Koyr á, HB!!!

Allir dystirnir í 6. umfari í Effodeildini eru hesir:

1904 AB – NSÍ
2104 ÍF – KÍ
2104 07 Vestur – B36
2104 EB/Streymur – TB
2104 HB - Víkingur