Vertirnir eru sperdir

Undan 20. umfari í Effodeildini: ÍF – HB


ÍF er avgjørdi botnproppurin í deildini og higar til hava teir bara havt rætt uppá bein einaferð í ársins Effodeild.




Tá tað er sagt, hava vertinir skift venjaran út, og snildi miðvíngurin á beinkinum, dugur, um nakar, at seta liðið upp til dystir móti okkum.



Seinnu árini hava vit havt tað trupult í Fløtugerði, og fyrri dysturin okkara millum í ár, endaði eisini við einum keðiligari null-loysn.



Hetta fingu vit sett uppá pláss tá ÍF kom á vitjan í Gundadali. Men, tað koyrir væl hjá okkum, og eingin grund er at steðga á nú tað byrjar at verða stuttligt.



Vit gleða okkum almikið til spennandi dystin sum verður leiktur kl. 18.00, og helst fara fleiri at nýta høvið at sleppa ókeyps norð við Stuðla-bussinum. Bussurin koyrir frá vanliga staðnum kl. 16.30 og meira kann lesast um bussin her.




Góðan dyst og koyr á, HB !!!!




Allir dystirnir í 20. umfari eru hesir:

2408 07 Vestur – KÍ
2408 EB/Streymur – TB/FCS/Royn
2408 ÍF – HB
2408 Skála – Víkingur



Harumframt
1608 B36 – NSÍ 2-0
Hesin dysturin var framskundaður vegna steypafinaluna.


Mynd: Rakul Hansen