Vertirnir fingu eitt stig

Menn 1. deild, 4. umfar: Giza Hoyvík – HB 1-1




Helst er tað ikki at taka munnin ov fullan, tá vit staðfesta, at vertirnir fingu tað eina stigið. Helst eru hinir betri nøgdir við dagsins dómaratoymi enn vit.






Í fyrra hálvleiki vóru vertirnir kanska eitt vet betri enn vit, uttan at vit tó vóru trýstir. Tvørturímóti komu vit eisini í fleiri góðar støður, men helst var málleysur javnleikur efir fyrstu 45 minuttirnar á góðari leið.




Hóast vit vóru klárt betri í seinna hálvleiki, vóru tað vit sjálvir, ið hjálptu vertunum í gongd. Fimm minuttir eftir steðgin klutraðu vit í verjupartinum, og endin varð, at Niklas Fríði Jacobsen slapp at senda bóltin í tóma málið.





Vit fullu tó ikki í fátt, men herjaðu á aftur. Fimm minuttir eftir tímaslagið bleiv Hans Jákup Annfinsson, ið bara minuttin áðrenn var komin á vøllin, sendur avstað. Ísakalt smekkaði hann bóltin í málið til javnleik.





Bleiv dysturin dømdur eftir bókini, áttu vit helst trý(!) brotsspørk, men onkursvegna vildu teir gulu ikki spæla við, men góvu tess vegna verturnum tað eina stigið so at siga.





Rættuliga irriterandi var tað beint fyri leiklok, tá Daniel bleiv feldur í kriminella økinum, men púra burturúr vón og viti fekk hann gult kort fyri at royna at snýta seg til brotsspark.





Okkara ungu menn royndu tó alt, teir vóru mentir, og tað skulu teir eiga stórt rós fyri.




Koyr á, HB!!!!




HAGTØLINI


1. deild, 4. umfar: leygardagin 15. apríl 2017 kl. 15.00 í Gundadali - niðari



Giza Hoyvík – HB 1-1 (0-0)

1-0 Niklas Fríði Jacobsen 50’
1-1 Hans Jákup Annfinsson 65’



Gult kort: 
Adrian Justinussen, Daniel Johansen og Símun N. Samuelsen



Liðið:
Mattias Lamhauge – Daniel Johansen, Hjalti K. Djurhuus, Ari Mohr Olsen, Adrian Justinussen (Pætur Ejdesgaard 68), Heri H. Mohr (Páll Joensen 68), Jákup Pauli Breckmann (Hans Jákup Annfinsson 64), Aron Clementsen, Tóri Rasmussen, Símun N. Samuelsen (liðsk.) og Bárður Mittelstein



Óbrúktir eykaleikarar:
Christian Eli Zachariasen, Rói av Fløtum, Sveinur Olsen og Bjarni Brimnes



Venjari:
Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Eilif Petersen



Dómari:
Súni Fríði Johannensen
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Jónleif Frederiksen