Venjingardystir til DanaCup


Fyrireikingarnar til Danacup hjá U12 dreingjunum ganga væl. Í dag vitjaði liðið hjá Fårevejle í Gundadali.




Nú eru longu nógvir dreingir farnir av landinum, so vit høvdu tvey lið. Fyrsti dysturin millum HB 1 og Fårevejle endaði 6-2 til okkara dreingir. Hetta eftir at Fårevejle hevði lagt seg á odda 0-1.



Dysturin móti HB 2 var heldur meira einsíðugur, og HB dreingirnir sendu Fårevejle av vøllinum við einum 8-0 tapi í viðførinum.



Seinasti dysturin var millum bæði HB liðini og eins og í Sørvági leygardagin leikaði javnt á. HB 2 legði seg á odda 1-0 áðrenn HB 1 kom framum 1-2. Síðan javnaði HB 2 til 2-2, áðrenn HB 1 legði seg tvey mál framum til endastøðuna 2-4.



Alt í alt fínt avrik av okkara dreingjum. Nú gleða vit okkum til Danacup í næstu viku.