Venjarar settir til U8 dreingir

Ungdómsnevndin hjá Havnar Bóltfelag hevur sett teir báðar fittu og fryntligu Heðin Joensen og Ragnar Simonsen, sum høvuðsvenjarar hjá U8 dreingjum.



Hetta eru dreingir sum eru føddir í árunum 2009 og 2010. Afturat teimum hava Pætur McLeod og Gordon Hansen hjálpt til við venjingunum, teir eru báðir HB leikarar í U14.



Venjingarnar, sum eru á niðara vølli mikudag og fríggjadag frá kl. 16.00 til kl. 17.00, ganga væl og eru sera stuttligar og læruríkar.