Væleyðnaður fótbóltsskúli


Fríggjadagin 27. og leygardagin 28. juni, beint sum summarfrítíðin hjá skúlanæminunum byrjaði, varð Fótbóltsskúin 2014 hildin í Gundadali.



Fótbóltsskúlin riggaði avbera væl. Upp móti 300 ungum og børnunum luttøku á Fótbóltsskúlanum í Gundadali.



Harumframt vóru eini 60 fólk klár at taka eina hond í og hjálptu. Vit skulu heilsa frá Milan Cimburovic, at skúlin heilt sikkurt verður endurtikin aftur í komandi ári.



Øll, bæði børn, ung og vaskin hugnaðu sær óført báðar dagarnar og helst eru fleiri vinarbond knýtt yvir vikuskiftið.



Rakul Hansen var eisini í Gundadali og fangaði fleiri góðar løtur á mynd.