Útigudstænasta í Gundadali 2. hvítusunnudag

2. hvítusunnudag skipa prestarnir í Havnini fyri eini útigudstænastu. Gudstænastan verður á ovara vølli í Gundadali 20. mai klokkan 11.00


Nógv spennandi verður á skránni, og eitt nú fara Havnar hornorkestur og GHM at spæla undir til sálmasangin.

Sungnir verða bæði sálmar og sunnudagsskúlasangir. Gentukórið í Meinigheitshúsinum í Havn kemur at syngja fyri. Eftir gudstænastuna verður bjóðað til drekkamunn og okkur gott til børnini eisini í HB-húsinum.