U8 gentur til kapping við Margáir leygardagin


Landskappingarnar hjá teimum yngru eru so smátt farnar í gongd. Leygardagin vóru heili trý U8 gentulið og kappaðust við Margáir.



Genturnar eru sera ágrýtnar og avbera raskar, og bóru reyð/svørtu blusuna við treysti og stoltleika henda góða dagin í Streymnesi.



Øll liðini stóðu seg væl og tá dagurin var liðugur fóru øll troytt og væl nøgd til hús aftur.



Heimasíðan takkar Jan Otto S. Holm fyri super góðu myndina av fittu HB gentunum.