U6 kapping í Tórshavn

Stór kapping hjá U6 børnum hevur verið í Gundadali í morgun. Vit høvdu tvinni lið við, men annars var ein rúgva av ágrýtnum leikarum møttir til kapping.


Samamumtikið høvdu bæði leikarar, foreldur og avvarandi ein góðan dag. Turið Láadal Sejersdóttir var á blettinum og klikti nakrar góðar myndir sum kunnu síggjast her undir.