U18 víðari í steypakappingini

U18 dreingir steypakapping, 1. umfar: B36 - HB 4-5 (0-0)


Okkara U18 dreingir fingu eina góða byrjan í steypakappingini. Í fyrsta umfari eydnaðist at sláa grannarnar B36 úr kappingini.


Dysturin, sum varð leiktur mikukvøldið í síðstu viku, gjørdist drúgvur og spennandi. B36 hevði bóltin mest, men okkara vardu væl. Vanligi dysturin endaði 0-0, og so varð farið undir longda leiktíð, sum eisini endaði málleys.

Nú varð farið undir brotssparkskapping, har okkara skoraðu uppá øll fimm brotsspørkini, meðan B36 brendi eitt. Sostatt gjørdist tað HB, sum fór víðari í steypakappingini.

Hin dystin hetta umfarið leiktu NSÍ og KÍ í Runavík. Tann dystin vann KÍ 3-2 eftir longda leiktíð og kemur sostatt eisini víðari.

Hini liðini í unglingadeildini í ár eru EBStreymur/Skála, ið hava eitt felags lið, og Víkingur. Tey komu
beinleiðis víðari til næsta umfar uttan dyst.

Næsti dystur verður hálvfinalan, sum verður leikt 30. mai. Tá leika EBStreymur/Skála á heimavølli móti HB. Og KÍ leikar heima móti Víkingi. Finalan verður 23. august.