U18 dreingirnir trumla víðari

U18 dreingir, 6. umfar: NSÍ b – HB 1-8


Ungu mennirnir møttu NSÍ b við Løkin í dag, og tá dysturin loksins var liðugur vunnu vit aftur knúsandi sigur.



Teitur Holm og Torstein B. Østergaard skoraðu í 16. og 17. minutti. Fýra minuttir fyri hálva tíman økti Hans Sejer Tummasarson til 3-0



Beint eftir steðgin skoraði Martin Dam tvær ferðir, og á tímaslagnum varð Atli Petersen so óheppin at senda bóltin í egið mál til støðu 6-0.



Villiam Emil Klein økti tá eitt korter var eftir. Sjey minuttir fyri leiklok minkaði Bárður Mikkelsen um munin fyri gestirnar og Jógvan Petersen setti punktum við okkara áttanda máli, fimm minuttir fyri leiklok.



Okkara U18 dreingir hava langt fremstir í bólki 1 við fullum stigatali fyri fimm dystir. Sera væl klárað halda vit.


KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI

U18 dreingir, 6. umfar: týsdagin 17. mai 2016 kl. 19.30 við Løkin

NSÍ b – HB 1-8 (0-3)
0-1 Teitur Holm 16’
0-2 Torstein B. Østergaard 17’
0-3 Hans Sejer Tummasarson 26’
0-4 Martin Dam 47’
0-5 Martin Dam 53’
0-6 Atli Petersen 60’ (sj.)
0-7 Villiam Emil Klein 75’
1-7 Bárður Mikkelsen 83’
1-8 Jógvan Petersen 85’

Liðið: Mattias Lamhauge – Andrias Mikkelsen, Jóhan Joensen, Hanus P. Danielsen, Martin Dam, Hans Sejer Tummasarson, Jógvan Petersen, Símun Sólheim, Torstein B. Østergaard, Teitur Holm og Jónathan Hayfield

Eykaleikarar: Villiam Emil Klein og Bjarni Brimnes

Venjari: Jan Mølvad Laursen

Dómari: Janus Fossdalsá
Hjálpardómarar: Jónleif Fredriksen og Jan Andreasen


Myndir: Turið Láadal Sejersdóttir