U18 dreingirnir steypavinnarar

U18 dreingir, Steypafinalan: NSÍ - HB 0-0 (1-4 aftaná brotsspark)

Talan gjørdist um spennandi og rímuliga tætta finalu, har okkara 5. árið á rað skuldu møta NSÍ í steypafinaluni. Onki mál kom í hvørki vanligu ella longdu leiktíðini, og tí mátti finalan avgerast við brotsspørkum, har okkara settu tingini uppá pláss.

Vanliga er talan um tvey rættuliga jøvn lið, men meðan okkara í dag vóru mest sum fullmannaðir, máttu runavíkingar verða onkrar leikarar fyriuttan, nú teir leika finalu um Løgmanssteypið í annaðkvøld. Tí vóru okkara nokk favorittar, og tað sást eisini á vøllinum. Vit høvdu yvirvág í spælinum tað mesta av dystinum og komu til nógvar góðar møguleikar. Runavíkingar tóku tað meira varliga, men komu tó eisini til onkrar møguleikar.

Fyrri hálvleikur var heldur meira taktiskur, og liðini løgdu ikki so øgiliga nógv fyri. Vit høvdu nakrar góðar royndir, har bæði Jógvan, Daniel og Adrian lógu framvið, men tíverri uttan at fáa mál. Í seinna hálvleiki loysnaði eitt sindur, og vit komu til heilt nógvar møguleikar. Aftur vóru tað serliga Adrian og Daniel sum komu til møguleikar, men eisini Hans Jákup og innskifti Leivur gjørdi um seg. Tað gjørdist tó bara nær við, tí antin vardi frálíki NSÍ málverjin væl fyri, ella fór bólturin við síðuna av.

Einki mál kom í vanligu leiktíðini, og tí noyddist longd leiktíð til. Runavíkingar tóktust meira móðir enn okkara, og tað gjørdist meira sjónligt í longdu leiktíðini. Vit vóru greitt omaná og komu til eitt hav av møguleikum, men inn vildi bólturin ikki. Har bleiv bjargað á strikuni fleiri ferðir, og tað sá út til at verða ein spurningur um tíð, til málið kom, men tað kom ikki, og tí mátti dysturin avgerast við brotsspørkum.

Samanumtikið var talan um ein fínan dyst, hóast eingi mál komu. Vit sóu nógvar góðar spælarar á báðum liðum vísa seg fram, og tað boðar frá góðum. Okkara arbeiddu hart allan dystin á tamb, og har er tað ein fyrimunur, at leikarar kunnu skiftast út og inn aftur, so hvørt sum teir eru klárir aftur. 

Báðir málverjarnir høvdu staðið seg væl í dystinum, og tí varð farið undir brotssparkskappingina við spenningini. Hon gjørdist tó ikki so spennandi, tí meðan okkara fyrstu 3 skjúttar - Jógvan, Daniel og Hans Jákup skoraðu trygt, fingu runavíkingar bara bóltin í málið tað einu ferðina. Fyrsta skotið fór uppum, meðan Matthias bjargaði tí næsta. Tí skuldi Adrian bara seta bóltin í netið fyri at avgera finaluna, og tað gjørdi hann trygt, og harvið gjørdust U18 dreingirnir hjá HB uppibornir steypavinnarar 2017 og tóku steypið aftur frá runavikingum.

Hjartaliga tillukku við steypinum tit allir, leikarar, venjarar og hjálparfólk.

Koyr á, HB!


HAGTØLINI

U18 dreingir, steypafinalan fríggjadagin 25. august 2017 kl. 19:00 á Tórsvølli
NSÍ - HB 0-0 (0-0)

Liðið: Matthias Lamhauge (m), Daniel Johansen, Bjarni Brimnes, Hjalti Kárason Durhuus, Símun Sólheim, Adrian R. Justinussen, Jógvan Petersen, Martin Hjaltalin Dam, Sveinur Lava Olsen, Hans Jákup Annfinsson, Hanus P. Danielsen. Innskiftir: Jóhan Heinason Joensen, Leivur Fossdal Guttesen, Tórmóður Petursson Djurhuus Sámal Pauli Bernhardsson Petersen, Vernar R. Olsen og William Emil Klein. 

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Mørk (m)

Á beinkinum: Jan C. Dam og Eilif Petersen

Dagsins leikari: Símun Sólheim (red)

Gult kort: -

Dómari: Áron Sofus Vest
Hjálpardómarar: Dánjal Eli West og Jógvan Breckmann

Áskoðarar: uml. 300


Myndir: Turið Láadal Sejersdóttir