U18 dreingir steypavinnarar 2015 - fleiri myndir

Við einum uppibornum og rímuliga tryggum sigri á NSÍ fingu U18-dreingirnir hjá okkum í kvøld fyrsta steypið í hús og endurvunnu sostatt steypakappingina.

NSÍ er greitt oddalið í landskappingini, og tí vóru teir helst favorittar undan dystinum. Teir vóru tó ikki fullmannaðir í kvøld, og tí spældu okkara fyri møguleikanum. Vit høvdu mest sum allar mans tøkar og høvdu vunnið á NSÍ í landskappingini.

Bæði Bartal og Adrian spældu allan dystin við Effoliðnum í gjárkvøldið, men báðir orkaðu teir at vera við aftur í kvøld. Bartal spældi allan dystin og gjørdist dagsins leikari, meðan Adrian spældi fyrsta tíman og síðan fekk ein steðg, áðrenn hann kom innaftur.

Bæði liðini byrjaðu dystin væl, og spælið koyrdi aftur og fram Í 8. minutti gerst Teit rættuliga leysur, men fær ikki orduligt skot á. Løtu seinni hava runavíkingar eitt gott alop, men bólturin endar við síðuna av. Nú tóku runavíkingar eitt sindur yvir, men í 25. minutti fáa vit hol á. Hjalti sendir ein góðan bólt út til Ara í vinstru síðu. Ari leggur bóltin útfrá til Teit, sum hegnisliga plaserar bóltin í handarahorn til 1-0 til okkum.

Bara tríggjar minuttir seinni økja vit. Daniel sendir horna væl innfyri, og har er Hjalti hægstur og setir bóltin í netið til 2-0. Minuttin aftaná hava runavíkingar eina sera góða roynd, men Petur bjargar væl. Fýra minuttir seinni pressar Teit vinstra bakk hjá NSÍ. Hesin leggur bóltin aftur til málmannin, men Teit hevur lisið tað av, fangar afturleggingina og setir bóltin flott í málið til 3-0.

Beint áðrenn hálvleik er vandi á ferð í okkara brotsteigi. Vit rudda ikki ordiliga burtur, men endin er, at bólturin fer út til horna. Har spurdist einki burturúr, og so kundu vit fara til hálveiks við 3-0 leiðslu, har vit fyri tað mesta vóru greitt omaná.

Seinni hálvleikur gjørdist ikki so undirhaldandi sum fyrri, men onkrar støður vóru. Í 57. minutti hevur Adrian eina góða roynd, sum málverjin bjargar. Tað hendi ikki tað heilt stóra hesa løtuna, men tá tað manglaði áleið eitt korter, høvdu runavíkar tvær góðar royndir á málið hjá Petur, men bæði skotini fóru omanfyri.

Í 83. minutti minkar NSí um munin. Skot verður sent móti málinum. Petur bjargar, men Hans Marius Davidsen er fyrstur á returinum og setir bóltin í málið til 3-1. Nú tevjaðu runavíkingar blóð, og royndu at leggja stórt trýst á. Okkara tóktust heldur fjálturstungnir hesa løtuna. Í 86. minutti hava teir góða frísparksroynd, men bólturin fór við síðuna av. Tá 89 minuttir eru spældir, fáa teir so aftur mál. Tað er ein væl vand deyðbóltstøða, sum endar við, at sami Hans Marius setir bóltin í málið til 3-2.

Nú stóð nógv á seinastu minuttirnar, men okkara megnaðu at halda tørn, og so endaði tað við 3-2 sigri til okkara, sum harvið gjørdust steypavinnarar 2015 og endurtóku bragdið frá í fjør.

Hjartaliga tillukku til leikarar, venjarar og okkum øll.


Myndir: Rakul Hansen. Turið Láadal Sejersdóttir hevur myndarrøð frá dystinum her. Hannis Wardum hevur eisini myndarøð frá dystinum, sum síggjast her.


Koyr á, HB!

HAGTØLINI

U18 dreingir, steypafinalan fríggjadagin 28. august 2015 kl. 20:00 á Tórsvølli
NSÍ - HB 2-3 (0-3)
0-1 Teit Jacobsen 25'
0-2 Hjalti Djurhuus 28'
0-3 Teit Jacobsen 33'
1-3 Hans Marius Davidsen 83'
2-3 Hans Marius Davidsen 89'

Liðið: Petur S. Thomsen (m), Pætur Ejdesgaard, Jógvan Petersen, Daniel Johansen, Bartal Wardum  (L), Jákup Pauli Breckmann, Hjalti K. Djurhuus, Ari Mohr Olsen, Teit Jacobsen, Heri H. Mohr og Adrian Justinussen. Innskiftir: Tóki Rasmussen, Hilmar Leon Jaobcsen og Hans Jákup Anfinsson.

Óbrúktir eykaleikarar: Mathias Lamhauge, Ingemar Dam, Jonathan Hayfield og Johan Joensen

Á beinkinum: Allan Dybczak, Ríkin N. Djurhuus, Eilif Petersen, Heini Viðoy og Milan Cimburovic

Dagsins leikari: Bartal Wardum

Gult kort: Jógvan Petersen og Jákup Pauli Breckmann

Dómari: Kári á Høvdanum

Hjálpardómarar: Jørleif Djurhuus og Jón Marni Johannesen