U18 dreingir steypavinnarar


U18 dreingir, Steypafinalan: NSÍ - HB 3-4



Talan gjørdist um spennandi og rímuliga tætta finalu, har nr. 1 og 2 í landskappingini skuldu gera av, hvør fór avstað við steypasigrinum í ár. Okkara vóru omaná serliga í fyrra hálvleiki, men hóast undir stórum trýsti seinastu minuttirnar megnaðu okkara at fáa sigurin í hús.



Okkara dreingir vóru kanska favorittar undan dystinum, og fyrstu løtuna vóru vit væl og virðiliga omaná. Í 10. minutti fáa vit mál, tá bólturin eftir deyðbólt dettur fyri føturnar á Dan í Soylu í brotsteiginum. Dan ivast ikki, men smekkar bóltin í kassan til 1-0.



Vit høvdu fleiri aðrar góðar møguleikar fyrsta hálva tíman, og í 29. minutti økja vit um leiðsluna. Eftir horna er dagsins leikari, Jákup F. Hansen, hægstur og snittar bóltin í málið til 2-0. Henda støðan helt sær tó bara fáa mintuttir, tí tríggjar minuttir seinni minkar NSÍ um munin, tá Petur Knudsen kemur at standa rættuliga leysur í brotsteiginum og ótarnaður fær skalla bóltin í málið til 2-1.



Bara tríggjar minuttir seinni er aftur galið. Við góðum einmansavriki rekur sami Petur rættuliga langt við bóltinum og setir hann flott í málið til 2-2. Gott avrik, men ikki gott verjuspæl hjá okkum. Nú var stanton aftur, men bara í tveir minuttir, tí í 37. minutti hava vit aftur horna, og aftur hesuferð er Jákup fyrstur á og stýrir við høvdinum bóltin í málið til 3-2, sum eisini varð hálvleiksstøðan.



Okkara høvdu verið væl betra liðið í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki tóktist meira fjáltur vera á leikarunum, og spælið var ikki líka gott. Í 56. minutti er Dan í Soylu aftur fyrstur á einum leysum bólti í brotsteiginum og setir hann í málið til 4-2. Aftur hesuferð var gleðin stokkut, tí bara tveir minuttir seinni minkaðu runavíkingar um munin við góðum skoti, sum fór í tvørstongina og niður í málið.



Eftir hetta var lítið skipað spæl at síggja, og heldur ikki vóru so nógvir møguleikar. Sum dysturin leið, legði NSÍ meira fyri til tess at fáa útjavnandi málið, og hetta gav nakrar kontramøguleikar til okkara. Tann størsta fingu vit í 90. minutti, tá Teit gerst púra leysur, men tíverri fór skotið uppum. Minuttin seinni hava runavíkingar risa møguleika, men Petur Thomsen í HB málinum heldur skallaranum.



Løtu seinni varð bríkslað av og staðfest, at U18 dreingirnar hjá HB eru steypavinnarar 2014. Hjartaliga tillukku til leikarar, venjarar og okkum øll. Sostatt fingu vit fulla úrtøku í kvøld við tveimum steypasigrum av tveimum møguligum. Í morgin eru tríggjar finalur á skránni, har HB er annar parturin, og vónandi verður úrtøkan eisini góð har.l




Koyr á, HB!



HAGTØLINI



U18 dreingir, steypafinalan fríggjadagin 29. august 2014 kl. 19:45 (20:15) á Tórsvølli
NSÍ - HB 3-4 (2-3)
1-0 Dan í Soylu 10'
2-0 Jákup F. Hansen 29'
2-1 Petur Knudsen 32'
2-2 Petur Knudsen 35'
3-2 Jákup F. Hansen 37'
4-2 Dan í Soylu 56'
4-3 Jákup Mortensen 58'




Liðið:
Petur S. Thomsen (m), Ragnar Rasmussen, Hilmar Leon Jaobcsen, Jákup F. Hansen, Símun Samuelsen (L), Bartal Wardum, Dan í Soylu, Teit Jacobsen, Heri H. Mohr, Adrian Justinussen og Jónas Haraldsen. Innskiftir: Steintór Fagradal og Pætur Ejdesgaard



Óbrúktir eykaleikarar:
Elias Evensson, Jónas Poulsen og Heini Viðoy



Á beinkinum:
Áki Johansen, Milan Cimburovic, Johan Petur Hentze og Kaj Niclasen




Dagsins leikari:
Jákup F. Hansen



Gult kort:
Teit Jacobsen



Dómari:
Kári á Høvdanum
Hjálpardómarar: Jørleif Djurhuus og Bogi E. Hansen

Áskoðarar: uml. 200


Myndir: Hannis P. Wardum