U17 Gentur: Mótasteypið er okkara

U17 gentur, finalan um Mótasteypið: EB/Streymur/Skála - HB 1-1, 2-3 eftir brotsspørk

Hóast okkara vóru greitt omaná mestsum allan dystin, skuldi longd leiktíð og brotssparkskapping til, áðrenn vinnarin av Mótasteypinum varð funnin.


Okkara byrjaðu dystin væl betri, og longu í fyrsta minutti høvdu vit havt tvey horna. Hóast vit vóru betra liðið, høvdu vit trupult við at skapa opnar møguleikar. Í 15. minutti koma genturnar úr EBS/Skála á odda. Okkara missa bóltin á miðjuni, og so verður bólturin spældur út í vinstru síðu til Randi Fagradal, sum hegnisliga setir bóltin upp í handara málhorn til 1-0. Eitt flott mál, men ikki heilt í tráð við leikgongdina.


Tað gekk tó bara ein minuttur, so fingu vit møguleikan at javna. Okkara trýsta frammanfyri málinum hjá samansetta liðnum, og tá bólturin er á veg frá málinum, verður ein HBari krøktur og brotsspark. Tað setir dagsins leikari, Lív F. Arge, trygt í málið, og so var 1-1.


Tað sum eftir var av hálvleikinum høvdu bæði Milja og Lív fleiri góðar møguleikar. Vit sóu gott HB-spæl, men fingu ikki fleiri mál áðrenn hálvleik. Seinna hálvleik áttu vit allan, sum hann var, men tíverri fingu vit einki mál, og so mátti longd leiktíð til. Har kom heldur einki mál, men tá tíðin var um at vera úti, fáa genturnar úr EBS/Skála fríspark í góðari støðu. Til alla lukku fór frísparkið beint við síðuna av, og so var tíðin úti.


Neyðugt var tí við brotssparkskapping at avgera finaluna. Har skutu Lív, Rebekka og Milja mál í teimum fyrstu trimum skotunum, meðan Annika Dam í málinum bjargaði trimum teimum fyrstu skotunum hjá EBS/Skála. Tíverri dømdi dómarin umspark í fysta sparkinum, og í aðru atløgu bar til. Okkara 4. og 5. skot vórðu bjargaði, men tá síðsta skotið frá EBS/Skála fór á stongina og út, var greitt, at okkara høvdu vunnið finaluna um Mótasteypið.


Hjartaliga tillukku til leikarar, venjarar og okkum øll.



Koyr á, HB!


HAGTØLINI


U17 Gentur, steypafinalan fríggjadagin 29. august 2014 kl. 17:30 á Tórsvølli:


EB/Streymur/Skála - HB 1-1, 2-3 eftir brotsspørk
1-0 Randi Fagradal 15’
1-1 Lív F. Arge 16' (br)

Liðið: Annika Dam (m), Emma Stórá, Ninna Hansen, Milja R. Simonsen (L), Magna Tórðardóttir, Lea Hansen, Lív F. Arge, Sólrun Thomsen, Rebekka Benbakoura 


Óbrúktir eykaleikarar: Sanna Olsen, Kristina Jakobsen og Poula Andreassen


Á beinkinum: Allan Dybczak, Ríkin N. Djurhuus, Óli Djurhuus, Julia Hendriksen, Maria R. Simonsen og Sunniva Willemose.


Dagsins leikari: Lív F. Arge


Gult kort: Milja R. Simonsen


Dómari: John Ray Mellemgaard (KÍ)
Hjálpardómarar: Kjartan Jacobsen (KÍ) og Áron Sofus Vest (KÍ)
4. dómari: ongin 

Áskoðarar: uml. 110


Myndir: Rakul Hansen