U17 gentur Grikkaland-Føroyar 3-2


Leygardagin fingur føroysku genturnar eitt heiðurligt úrslit í landsdystinum móti Grikkalandi. Hóast grikkar vóru greitt omaná og høvdu fleiri møguleikar, var hetta ein fínur endi á hesi kappingini fyri okkara viðkomandi. Grikkaland vann dystin 3-2 aftaná at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum.



Grikska liðið hevði nógv meira spæl og nógvar atsóknir móti føroyska málinum, men annaðhvørt bjargaðu føroysku málverjarnir ella fór bólturin við síðuna av málinum. Eftir at Grikkar í 51. minutti økti 3-0, vaknaðu føroysku genturnar.

Fyrra málið kom lítla løtu aftaná. Stødd nakað uttan fyri brotsteigin gjørdi Lív F Arge av at smekka eitt langskot í kassan. Hetta var aftaná samanspæl við Milju R Simonsen.



Okkara Lív skorðai eisini seinna málið. Hetta var uppá brotsspark,  íð Milja R. Simonsen við sínum kviku fetum hevði tiltuskað sær, tá hon varð feld í brotsteiginum.



Hetta var triði og seinasti landsdysturin í hesum umfari. Tær taptu 2-0 mót Wales og 9-0 móti Danmark, sum í seinasta dystinum vann 7-1 á Wales.



Tær, sum myndaðu føroyska liðið, vóru:
Annika Arge (Annika Dam 74.) Arnborg Lervig, Kristina Obradovic ( Bjørt Holm 77.) Silja Róin,Gudrid Thomsen, Milja R Simonsen, Lív Arge, Kára Djurhuus, Elisabet Vang, Hjørdis Rasmussardóttir ( Gudny Johannesen 41.) Jónvá Hentze.
Á beinkinum vóru Durita Hummeland, Hervør Olsen og Ása á Reynatúgvu. 

Venjari Jón Pauli Olsen.