U17 gentur enn ein góðan sigur

U17 gentur: HB - Víkingur 6-1

Leygardagin leiktu  U17 genturnar móti Víkingi á ovara vølli í
Gundadali. Genturnar hjá okkum vunnu sannførandi  6-1. Í hálvleikssteðginum var støðan 3-0.


Tær, sum í dag komu á máltalvuna, vóru Milja R. Simonsen við hattrikki, Rebekka Benbakoura skoraði tvey, og Lív Gjógvará skoraði eitt mál.





Vit ynskja gentunum og venjarunum Allan Dybzak og Ríkin N. Djurhuus til lukku við sigrinum. Genturnar hava nú leikt fýra dystir og hava vunnið
allar higartil.


Myndir: Finnbogi Arge/Pætur E. Rasmussen/hb.fo