U16 dreingirnir steypavinnarar - DAGFØRT


U16 dreingir, steypafinalan: NSÍ – HB 0-4

Hóast bert 10 í tali á vøllinum seinastu 20 minuttirnar megnaðu HB dreingirnir at vinna ein flottan sigur í steypafinaluni móti NSÍ í dag. HB vann 4-0 aftaná 2-0 í hálvleikinum.

Dagsins  leikari gjørdist Hanus Sørensen, sum skoraði
bæði málini ( 20 min og 40 min) í fyrra hálvleiki í samstarvi við Svein Olsen, sum var so óheppin
at fáa tvey gul kort og tí noyddist av vøllinum aftaná 62 minuttir.


Tveir innskiftarar fingu hvør sítt kontra mál
í seinna hálvleiki. Fyrstur var tað Tórmóður Djurhuus, sum prikaði bóltin inn
undir NSÍ málverjan ( 77 min,) og síðani var tað Sámal Pauli Bernhardsson Petersen, sum
átti seinasta málið í dystinum (80, min).


NSÍ leikararnir høvdu fleiri vandamikil álop
gjøgnum dystin, men Bjarti V.Mørk var ein sera tryggur skansi í HB málinum og
syrgdi fyri, at einki skot slapp innum.

Fitt
av fólki hugdi eftir dystinum, og onkur helt fyri, at um hesir garparnir
mannaðu fremsta liðið hjá HB um nøkur ár, so var framtíðin bjørt hjá HB.

Hetta er fyrstu ferð síðan 2013, at U16 dreingirnir hjá HB eru í steypafinaluni, og tí var tað serliga søtt, at okkara gjørdu bart og fingu Blaðberasteypið heim aftur. Hjartaliga tillukku dreingir og venjarar.


KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI


U16 dreingir, steypafinalan: leygardagin 27. august 2016 kl. 14.30 á Tórsvølli:


NSÍ – HB 0-4 (0-2)
0-1 Hanus Sørensen 20’
0-2
 Hanus Sørensen 40’
0-3 Tórmóður P. Djurhuus 77'
0-4 
Sámal Pauli Bernhardsson Petersen 80’


Liðið: Bjarti V Mørk - Vernar Olsen,Andrias Mikkelsen,
Tróndur Mikkelsen, Bjarni Brimnes, Sveinur Lava Olsen, Símun Sólheim, Villiam
Klein, Jógvan Petersen,liðskipari, Hanus Sørensen, Petur Ovi Dam.


Eykaleikarar: Roðar Heðinsson, Sámal Pauli B Petersen,
Tórmóður Djurhuus, Leivur Fossdal Guttesen og Regin í Geil Jacobsen
(Frí útskifting er hjá U16 dreingjum).


Reytt kort: Sveinur Lava Olsen


Dagsins maður: Hanus Sørensen


Á beinkinum: Milan Cimburovic venjari og hjálparvenjarar Eilif
Petersen og Dánjal Pauli Davidsen
.


Liðleiðari; Egon Joensen


Dómari: -Arni Rasmussen
Hjálpardómarar: -Petur Páll W Hentze
4. dómari: -Bogi Ey Hansen




Myndir: Rakul Hansen