U16-dreingirnir vunnu toppdystin móti Víkingi

Dreingir U16 Bólkur A: HB – Víkingur 1-0


U16-dreingirnir hjá okkum vunnu farna vikuskiftið toppdystin um 3. plássið ímóti Víkingi.




Málið skoraði Tróndur Mikkelsen 10 minnuttir fyri leiklok, tá hann inni í brotsteignum sneiddi eitt frísparkið frá áleið miðjum vølli í málið.

Hóast kappingin ikki verður regluliga dagførd á fsf.fo, og hóast grannarnir eru fremstir í kappingini, liggja vit væl í svinginum við nýggja U16-dreingaliði okkara.



Liðið, ið leikti móti Víkingi, var: Mattias Lamhauge, Trygve W. Dal Christiansen, Torstein Østergård, Johan Joensen, Vernar R. Olsen, Bartal Hansen, Hanus Danielsen, Villiam Klein, Tóki Rasmussen, Jonathan Hayfield, Hans S. Tummasarson. Bonkurin: Jógvan Petersen, Tróndur Mikkelsen, Rói Jacobsen og Leivur Mortensen

Venjarar eru: Djóni N. Joensen og Ríkin N. Djurhuus.

Koyr á, HB!!!


Myndir: Turið Láadal Sejersdóttir. Fleiri myndir kunnu síggjast her.