U16 dreingir lætt gjøgnum 1. umfar

U16 dreingir steypakappingin: HB - ÍF 18-0


Í 1. umfari í steyparkappingini skuldu okkara dreingir møta ÍF. Fuglfirðingar leika í B-bólkinum í landskappingini, og skjótt sást at stórur munur var á liðunum.


U-16 dreingirnir hava spælt seg víðari til 2. umfar í steypakappingini.

Tá 12 minuttir vóru spældir, kom fyrsta málið, og tá farið varð til hálvleiks, var støðan 10-0 til okkara dreingir. Okkara dreingir skoraðu 8 mál í 2. hálvleiki, so endaliga úrslitið gjørdist 18-0.



Allir fingu møguleika at spæla, so nógvar útskiftingar vórðu gjørdar. Eitt nú bleiv U17 landsliðsleikari okkara, Bartal Wardum, tikin út tíðliga í 1. hálvleiki, og mundi hetta nokk vera tí, at Bartal, sum gjørdist 16 ár friggjadagin, skal vera við Effoliðnum í morgin. Spennandi verður at síggja, um hann fær debut á besta liðnum í morgin.





Hesir skoraðu: Jakup Thomsen 8, Torkil Henze 2, Heini Ronnason 2, Heri Mohr 2, Hilmar Leon 1, Bartal Wardum 1, Heini Viðoy 1 og málverjin Petur 1.