U16 dreingir trygt í hálvfinaluna

U16 dreingir steypakapping, fjórðingsfinala: FC Suðuroy - HB 1-6 (0-5).



Í fjórðingsfinaluni skuldu okkara U16 dreingir spæla ímóti FC Suðuroy í Vági. Lagt var upp til ein spennandi dyst, tí ikki longri síðan enn seinasta leygardag hittust somu lið í landskappingini, og tá vunnu okkara dreingir 2-0 á heimavølli.




Farið varð suður longu fríggjakvøldið, har sovið varð í Matmøðrahúsunum í Vági.



Tá komið varð á vøllin, vísti tað seg at vera sera nógvur vindur. So venjari og leikarar løgdu taktikkin eftir hesum, tí líkindini at spæla vóru ikki serliga góð.



Avgjørt varð, áðrenn farið varð á vøllin, at um Bartal, sum er liðførari, fekk møguleikan at velja fyrst, skuldi hann velja at spæla undan vindinum í fyrra hálvleiki, so vit kundu hava møguleikan at skora nøkur mál í tí nógva undanvindinum og síðani royna sum frægast at halda støðuna í seinna hálvleiki.



Tað lagaði seg soleiðis, at Bartal slapp at velja fyrst og valdi at spæla undan vindinum í fyrra hálvleiki. Tað vísti seg eisini skjótt, at tann nógvi undanvindurin í fyrra hálvleiki gjørdi stóran mun. Petur í málinum nart ongantíð bóltin í øllum hálvleikinum.



Tá sjey minuttir vóru leiktir, kom Heini at standa væl fyri í 16-metrinum, hann smekkar til, og umvegis eitt bein hjá einum FCS-leikara, fór bólturin í málið. Í 12. minutti fekk HB horna í høgru síðu, Hilmar Leon fór út at skjóta, og hann gjørdi ikki mætari enn at senda bóltin beinleiðis í málið. Áðrenn farið varð til halvleiks, høvdu okkara dreingir skorað trý mál afturat. Jákup gjørdi tað til 3-0 og 4-0, og Torkil skoraði til 5-0 aftaná enn eitt hornaspark, sum Hilmar Leon skeyt.



So støðan var heili 5-0 til okkara í hálvleikinum.



Í hálvleikinum varð avtalað at standa so aftarliga sum møguligt á vøllinum og royna sum frægast at spæla stuttar alveringar, tá farið varð fram eftir vøllinum. Seinni hálvleikur var ikki meiri enn 45 sekund gamal, tá Heini trekkir ígjøgnum í høgru síðu, hann fer framvið 3 FCS leikarum, komin inn í 16 meturin leggur hann bóltin flatt innfyri, og har stendur Jákup sum so mangar ferðir fyrr púra leysur og trillar bóltin í málið til 6-0.

Aftaná hetta komu okkara til fleiri góðar støður, sjálvt um spælt varð í nógvum mótvindi. FCS fekk pynta um úrslitið um miðjan seinna hálvleik, tá teir sendu eitt fríspark beinleiðis í málið.



Ein sera góður sigur til okkara dreingir, sum nú hava leikt seg í hálvfinaluna, sum verður leikt mikudagin 19. juni í Gundadali ímóti EB/Streymi.



Leikarar í dag: Petur, Heini, Torkil, Dánial, Bartal, Heri, Hilmar Leon, Teit, Jónas, Jákup, Fríði, Teitur, Hjalti, Jóan Petur, og fingu allir nakrar minuttir á vøllinum