U14 dreingir gjørdu 1. liði bragdið eftir

U14 dreingir: KÍa - HBa 1-3

Í allar fagrasta veðri, kl. 07:30 í morgun, fóru spent
foreldur við U14 leikarum til Klaksvíkar.




Tað hevur gingið væl hjá okkara dreingjum, og eru vit øll
spent undan hvørjum dysti.



Dystur var á skránni kl. 10:00.



Spælið var eitt sindur upp og niður, teir spæla rímuliga væl
saman, og næskir á málinum fleiri ferð í fyrra hálvleiki, men einki mál. Stutt
fyri hálvleik skoraði KÍ til 1-0, ikki uppiborið, um tú spyrt okkum púra  ópartísku foreldur J



Eftir steðgin kom meira ferð á okkara leikarar, skot á
stong, beint upp um, beint við síðuna av, men ikki í málið, puff puff. Tíðin var
við at renna undan, tá Pál loksins fekk mál, villur rómur bæði á vølli og á
áskoðarunum (foreldrunum), og nú vóru okkara ikki til at steðga. Hans Jákup
skeyt fyrst eitt mál og lítla løtu seinni eitt sera flott mál afturat. 1-3, og
rómurin var øðiligur.



Hóast røddir hásar eftir dystin í Klaksvík Flaggdagin, so
kláraðu vit at rópa okkum til enn ein sigur ímóti KÍ, ikki tí, tað vóru sjálvandi okkara frálíku spælarar, ið spældu, skoraðu og vunnu dystin.


Myndir: Turið Láadal Sejersdóttir/HB.