U14 dreingirnir aftur steypavinnarar

U14 dreingir, Steypafinalan: NSÍ - HB 1-4

5. árið á rað vóru U14 dreingirnir hjá HB í steypafinaluni, og spenningur var um, hvørt tað skuldi eydnast teimum at vinna kappingina um Cadbury steypið 5. árið á rað eisini.  Hesuferð var mótstøðuliðið NSÍ.

Dreingirnir hjá okkum hava verið rættuliga suverenir í landskappingini í ár og hava fult stigatal. Tí vóru teir helst stórfavorittar til finaluna, men søgan vísir, at steypafinalur ofta eru serligar, og tí er einki givið frammanundan til slíkar dystir.

Okkara løgdu væl fyri í dystinum og komu tíðliga á odda við góðum máli frá Brian Slyne. Eftir hetta tóktist tað, sum um dreingirnir tóku tað í so lætt, og runavíkingar komu nú nógv betri við. Tað endaði eisini við, at NSÍ javnaði, tá Súni Hansen skallaði eitt høgt innlegg í málið uttan møguleika hjá Aron at bjarga. Málið gav runavíkingum blóð uppá tonnina, og teir vóru sera nær við at leggja seg á odda, men Aron í málinum og stongin vildu tað øðrvísi, og 1-1 gjørdist eisini hálvleiksstøðan.

Hvat venjarin Bill Mcleod Jacobsen og dreingirnir hava tosað um í hálvleikinum er ikki til at siga, men tað var eitt væl innstillað HB lið sum kom á vøllin til seinna hálvleik. Teir spældu ógvuliga væl saman og sótu mest sum á øllum, men samstundis vóru runavíkingar vandamiklir, tá teir sluppu í mótálop. Teir vóru eisini sera nær við at leggja seg á odda, men aftur raktu teir tvørstongina. Okkara hildu tó fram við góða spælinum, og tað tóktist bara vera ein spurningur um tíð, til tað fór at eydnast at fáa úrtøku burturúr.

Tá 7 minuttir eru spældir av seinna hálvleiki vinnur Brian bóltin og rekur móti málinum og leggur bóltin væl til kvika Rani Wenningsted Sørensen, sum kemur framvið og setir bóltin trygt í málið til 1-2. Hetta vísti seg at verða málið, sum koppaði dystinum. Okkara settu seg nú veruliga á dystin, og tá 59 minuttir eru spældir hevur Mattias Nolsøe Isaksen bóltin á okkara hálvu. Hann sendir bóltin niðan á miðjuna til Rana, sum sendir Magnus A. Hentze avstað. Hann rekur við fullari ferð móti málinum og leggur bóltin til Brian sum kemur rennandi og fær sett fótin á, so bólturin endar í málinum til 1-3. Her vildu runavíkingar hava offside, men tað var trupult at síggja. 

Nú góvu runavíkingar mest sum upp, og nakrar minuttir seinni er tað aftur Rani sum sleppur leysur á miðjuni og ferð spolandi móti málinum. Hann bíðar til málverjin kemur móti sær og leggur so bóltin trygt í málið til 1-4, sum eisini gjørdist endaliga støðan.

Harvið eydnaðist tað HB dreingjunum at vinna steypið 5. árið á rað í 5 finalum á rað. Fantastiska flott, og stuttligt at síggja hesar ungu dreingirnar spæla so góðan fótbólt. Her hava vit eisini nógv at gleða okkum til komandi árini.

Hjartaliga tillukku við steypinum tit allir, leikarar, venjarar og hjálparfólk.

Koyr á, HB!


HAGTØLINI

U14 dreingir, steypafinalan leygardagin 26. august 2017 kl. 13:00 á Tórsvølli

NSÍ - HB 1-4 (1-1)

Liðið: Aron Matras Jensen (m), Magnus Alexson Hentze, Dánjal Nygaard Samuelsen, Pætur McLeod Jacobsen, Brian Slyne, Samuel Johansen Chukwudi, Rani Wenningsted Sørensen, Eivind Restorff Mouritsen, Emil Weihe Joensen. Innskiftir: Mattias Nolsøe Isaksen, Suni Dalsgaard, Ólavur í Skála og Jóhann Bech. 

Óbrúktir eykaleikarar: -

Á beinkinum: Bill McLeod Jacobsen og Ólavur Gunnarsson

Dagsins leikari: -

Gult kort: -

Dómari: Rani A. Skaalum
Hjálpardómarar: -

Áskoðarar: uml. 200


Myndir: Rakul Hansen