U14 dreingir steypavinnarar

U14 dreingir, steypafinalan: B71 – HB 1-10


Hóast sandoyingar løgdu seg á odda tíðliga í dystinum, so livdu okkara upp til favoritleiklutin og vunnu finaluna trygt.



Tey blá/gulu vóru sera væl umboðaði á áskoðaraplássunum og stuðlaðu sínum dreingjum væl frá byrjan, meðan reyð/svørtu viðhaldsfólkini vóru heldur sein á veg, men teirra stuðul manglaði heldur ikki, so har var lívligt uttanfyri vøllin.

HB vóru sum sagt greiðir favorittar undan dystinum, men tað løgdu sandoyingar líka í. Teir byrjaðu dystin væl og spældu fult upp móti okkara fyrstu løtuna. Í 5. minutti gerst kviki Kristian Krog Hentze hjá B71 leysur móti málinum hjá HB. Hann verður krøktur, og dómarin dømir brotsspark. Tað setti sami Kristian trygt í netið til 1-0 til B71.

Okkara fullu tó ikki í fátt, men hildu fast í spæliætlanini. Teir eru sera tryggir á bóltinum og spældu hann væl ímillum sín. HB'ararnir komu til nógvar møguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Fleiri horna endaðu á stongini, og fleiri skot vóru móti B71 málinum, men tað gekk illa at fáa bóltin í málið.

Í 26. minutti fingu okkara endiliga hol á, tá dagsins maður - Leivur Fossdal Guttesen - trekti seg leysan í vinstru síðu og smekkaði bóltin í málið til 1-1. Nú kom hol á, og so steðgaði tað ikki aftur. Nakrar minuttir seinni var sami Leivur aftur á rætta staðnum og setti bóltin í málið til 1-2, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.

Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, tá Elias við góðum skoti úr høgru síðu setir bóltin í málið til 1-3. 5 minuttir seinni verður ein góður bóltur sendur niðan gjøgnum miðjuna til Leiv sum rennur seg frían og setir bóltin trygt í netið til 1-4 til HB. Nakrar minuttir seinni er tað Samuel sum skorar trygt til 1-5.

Hóast stutt varð millum málini, fullu sandoyingar ikki í fátt. Teir komu tó ikki til nakran serligan møguleika, tí okkara høvdu fult tamarhald á øllum. Í 51. minutti hava okkara horna, sum kemur væl innfyri og rakar ein B71'ara í ryggin og í málið til 1-6. Í 57. og 64. minutti skorar Leivur sítt 4. og 5. mál í dystinum, so støðan nú var 1-8.

Nakað fyri dystarlok fáa vit fríspark miðskeiðis á hálvuni hjá B71. Tað setur Ari við sera góðum skoti dygst úti við stongina í málið til 1-9. Minuttin aftaná er aftur fríspark til HB í nøkunlunda somu støðu, og hesaferð er tað Baldur, sum setir bóltin í málið til 1-10, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Við hasum siffrunum er eingin ivi um, at rætta liðið vann, men sandoyingar skulu hava rós fyri at hava stríðst til tað seinasta. HB liðið spældi sera væl, og har eru ivaleyst fleiri, sum hava eina ljósa fótbóltsframtíð fyri sær, og sum vit koma at síggja meira til. Hetta er 4. árið á rað, at HB vinnur Cadbury steypið.

Hjartaliga tillukku við steypinum dreingir og venjarar, og tillukku til B71 við silvurinum.


KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI

U14 dreingir, steypafinalan: leygardagin 27. august 2016 kl. 10.00 á Tórsvølli:


B71 – HB 1-10 (1-2)
1-0 Kristian Krog Hentze 6’
1-1 Leivur Fossdal Guttesen 26’
1-2
Leivur Fossdal Guttesen 30’
1-3 Elias Ellefsen á Skipagøtu 35'
1-4
Leivur Fossdal Guttesen 40’
1-5 Samuel Johansen Chukwudi 44'
1-6 Sjálvmál 51'
1-7 Leivur Fossdal Guttesen 57’

1-8
Leivur Fossdal Guttesen 64’
1-9 Ari Arge 67'
1-10 Baldur Gillason 68'



Liðið: Pauli Mittún – Ari Arge, Ovi Lútzen (liðsk.), Tórur F. Joensen, Samuel Johansen Chukwudi, Brian Slyne, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Leivur Fossdal Guttesen



Eykaleikarar: Dánjal Suma Poulsen, Dánjal Nolsøe Leifsson, Baldur Gillason og Ási Dam (Frí útskifting er hjá U14 dreingjum).



Gult kort: -



Dagsins maður: Leivur Fossdal Guttesen



Á beinkinum: Rasmus Nolsøe, Leif Olsen, Rói Joensen og Milan Cimburovic.



Dómari: -
Hjálpardómarar: -
4. dómari: -


Myndir: Rakul Hansen