U14 dreingir spælt seg í hálvfinaluna

U14 dreingir steypakapping: Skála - HB 0-5

Leygardagin 4. mai spældu okkara U14 dreingir fjórðingsfinalu í steypakappingini á útivølli móti Skála.



Beina kós í hálvfinaluna.

Longu frá fyrsta bríksli sást, at okkara dreingir vildu frameftir. Skála royndi at hava verjuna høgt uppi og á tann hátt fanga okkara áleyparar í rangstøðu. Hetta eydnaðist rættuliga oftani í fyrra hálvleiki, men ta einu ferðina kiksaði, og bólturin varð settur í netið av Hans Jákupi Annfinnsson.



Løtu seinni gjørdi Tóki N. Rasmussen tað til 2-0 eftir góðum uppleggi frá Páli Niclasen. Hóast vit fyri tað mesta høvdu spælið, var tað kanska nakað statiskt uttan tær stóru flytingarnar.



Í seinna hálvleiki royndi Skála at skapa eitt trýst, men okkara dreingir vóru alt for sterkir, og skjótt var sama mynstur sum í fyrra hálvleiki. Eftir einum góðum uppleggi frá Hans Sejer Tummasarson skeyt Pál bóltin í mál til 3-0, og løtu seinni fintaði og pressaði Jógvan Petersen seg ígjøgnum miðjuna og lobbaði hegnisliga bóltin í málið uttan nakran møguleika hjá málverjanum.



Pál setti trumf á beint áðrenn dystarlok til endaliga úrslitið 5-0. Fyri at koma í steypafinaluna skal HB í hálvfinaluni syfta Víkingi.



Liðið: Hørður Trygvason, Teitur Holm, Jonathan Hayfield, Brandur Halgirson, Tóki N. Rasmussen, Leivur Mortensen, Hans Sejer Tummasarson, Vilhelm Poulsen, Jógvan Matteus Petersen, Hans Jákup Annfinnson og Pál Niclasen.


Myndir: Turið Láadal Sejersdóttir