Tryggur sigur til 1. deild menn

1. deild menn: HB - KÍ 5-2 (1-0)

Næst bestu liðini hjá HB og KÍ møttust leygardagin í Gundadali, og við sannførandi sigri á KÍ staðfestu vit okkara góðu gongd í kappingini í 1. deild.


Okkara menn vóru klárt omaná allan dystin, og hóast gestirnir møttu upp við einum rættuliga sterkum liði, var einki at gera.

Hóast greiða leikliga yvirvág var støðan bara 1-0 til okkum í hálvleikinum. Men afturfyri var leiðslumálið ein sonn perla.

Tróndur Jensen, ið hevur víst gott spæl í alt ár, sendi eitt gott langskot avstað beint fyri hálvleik, og helst sá Fríði Sigurðsson í KÍ-málinum ikki bóltin, fyrr hann var í málinum.

Beint aftaná byrjan av seinna hálvleiki økti Jákup Slættalíð, eftir at Pál Mohr Joensen hevði gjørt alt forarbeiðið.

Í 50.  og 56. minutti løgdu vit rættiliga sjógv ímillum, og aftur hesuferð vóru tað ávíkavist Tróndur Jensen og Jákup Slættalíð, ið skoraðu. Beint á tímaslagnum fekk Tróndur sítt væluppiborna hattrik og okkara fimta mál.

Eftir hetta vóru nakrar skiftingar gjørdar, og okkara menn skiftu spakuliga í frígir. Hetta gav gestunum betri pláss, og tað hevði samstundis við sær, at teir skoraðu tvey troystimál.

Fyrst minkaði Bárður Hansen um munin. Hetta var í 75. minutti, og átta minuttir fyri leiklok fekk KÍ eitt lítið brotsspak, ið Kristoffur Jakobsen sendi í málið.

Vit høvdu tó møguleikar at økja um leiðsluna aftur, men eins og í fyrra hálvleiki, bar ikki til at fáa bóltin inn um mállinjuna.

Við dagsins sigri og óvæntaða javnleikinum á Toftum hava vit hálað eitt sindur inn á B68, ið nú bara er tvey stig framman fyri okkum. Skála og FC Suðuroy eru, hóast teir hava leikt ein dyst færri enn vit, væl plaseraðir seks stig aftan fyri okkum.

Vit fegnast og ynskja til lukku við góða avrikinum og fína sigrinum á rivalunum úr Klaksvík.