Sannførandi sigur í Sarpugerði


Effodeildin, 15. umfar: Víkingur - HB 2-4



Okkara vunnu í kvøld ein tryggan og sannførandi sigur á Víkingi í Sarpugerði. Eftir dreymabyrjan hjá heimamonnunum tóku okkara yvir, og sigurin var sum so ongantíð í vanda, hóast vit síðstu 10 minuttirnar noyddust at spæla við 10 monnum.


Fótbóltslíkindini í Gøtu vóru góð - nakað av ælingi til tíðir, men tað ger bara vøllin uppaftur betri at spæla á. Venjararnir høvdu valt teir somu 11 at byrja inni sum í Sørvági, men okkurt bendi á, at teir ikki vóru heilt klárir við dystarbyrjan. Tað gingu bara 15 sekund frá fyrsta bríkslinum, til sera vælupplagdi Kaj Leo í Bartalsstovu hevði lagt heimaliðið á odda. Okkara verja sá ikki gott út í teirri støðuni.

Hetta var sum at fáa vátan vøttin, men heldur enn at falla í fátt, smoygdu okkara bara ermarnar upp og herjaðu á. Tað gekk ikki long tíð, so tóku okkara so smátt yvir í dystinum. Í 6. minutti hava vit gott uppspæl í høgru. Christian spælir Jógvan Róa, sum leggur væl innfyri. Dagsins maður, liðskiparin Fróði Benjaminsen, saksar hegnisliga móti málinum, men Geza fær bjargað til horna. 

Víkingarnir hildu eitt høgt trýst á okkara fyrstu løtuna, og tá er altíð møguleiki fyri skjótum umstillingum. Spælið koyrdi eitt sindur aftur og fram, men í 15. minutti fingu vit hol á. Ein feilavlevering frá heimaliðnum ger brádliga Símun rættuliga leysan miðskeiðis á Víkingahálvuni. Símun sær, at eitt hol er millum Geza og málið, og við einum frálíkum skoti sendir hann bóltin uppum málverjan og í málið til 1-1. Eitt flott mál, og teimum fingu vit fleiri av í dystinum. Lítla løtu seinni kemur Andrew í sera góða støðu, men fær ikki skot á. 

Spælið var hart til tíðir, og í 20. minutti verður Símun jarðlagdur av Hans Jørgen, sum fekk gult kort fyri tað. Hetta var einasta gula kortið, sum varð givið fyri hart spæl, meðan heili 3 gul kort vórðu givin fyri kjaftaslit – 2 til Víking og 1 til HB. 

Vit komu fram til fleiri góðar møguleikar, m.a. hevði Christian í 22. minutti eitt sera gott skot, sum varð blokerað til horna. Í 25. minutti ger Oddbjørn eina at síggja til taktiska útskifting, tá Bárður Olsen kemur á vøllin fyri Heina Vatnsdal. Í 34. minutti hava vit enn einaferð horna, og hesuferð er Gunnar fyrstur og skallar bóltin í málið til 2-1 til HB. Okkara høvdu nú sett seg á dystin, og í 46. minutti fáa vit aftur mál. Vit hava horna í høgru, sum Víkingaverjan fær útfrá aftur. Har er Bárður Olsen og tekur ímóti. Bárður hevur góða tíð og spælur innum til Christian, sum sendir bóltin til Fróða, sum vendir og skjýtur bóltin í málið við handaru stong. Eitt framúr gott mál. Hálvleikur og 3-1 til okkara. 

Stutt undan steðginum noyddist Andrew skaddur av vøllinum eftir harða takling, og í hansara stað kom Bárður Heinesen. Víkingar løgdu bragdliga fyri í seinna hálvleiki, men okkara megnaðu at halda teimum frá teimum heilt stóru møguleikunum. Okkara lógu tó eisini framvið, og í 54. minutti hava vit horna. Bólturin kemur væl innfyri, og har verður hann sendur móti Víkingamálinum. At síggja til var bólturin væl innanfyri málstrikuna, áðrenn Geza fekk hann útaftur, men einki varð dømt. Í staðin fingu vit nýtt horna, og hesuferð er einki ivamál, tá innskifti Bárður Heinesen smekkar bóltin í kassan til 4-1.



Nú var dysturin so at siga avgjørdur, og tað hendi ikki tað heilt stóra eftir hetta. Okkara tóktust nøgdir, og Víkingar tóktust mótleysir. Heimamennirnir ernaðust tó seinni, tá teir í 77. minutti fáa fríspark í góðari støðu beint uttanfyri okkara brotsteig. Við sannari frísparksperlu setti Finnur Justinussen bóltin í málið dygst uppi við samankomingina til 4-2. Eftir hetta komu Víkingar við aftur, og komu til fleiri heilt góðar møguleikar, men teir fingu einki mál. Seinastu 10 minuttirnar noyddust okkara at spæla við 10 monnum, tí Kristin fekk ein alboga í munnin, soleiðis at onkur tonn varð flutt. Hann fekk ikki spælt víðari, og allar útskiftingarnar vóru brúktar.



Okkara megnaðu tó at halda fast, og tá dómarin so bríkslaði dystin av, var greitt at okkara høvdu vunnið 4-2 í Sarpugerði. Serliga søtur er sigurin, tá hugsað verður um dystin í Sarpugerði fyri árið síðani, tá vit vórðu beinleiðis snýttir fyri sigurin í seinasta minuttinum.



Hetta var seinasti dysturin undan summarsteðginum í Effodeildini. Næsti dysturin er Europa League dysturin móti IBV, sum verður hósdagin. Meir um tað seinni.



KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI;

Effodeildin 15. Umfar: fríggjadagin 28. juni 2013 kl. 19.00 í Sarpugerði

Víkingur – HB 2-4
1-0 Kaj Leo í Bartalsstovu 1
1-1 Símun Samuelsen 15
1-2 Gunnar Haraldsen 35
1-3 Fróði Benjaminsen 45
1-4 Bárður J. Heinesen 54
2-4 Finnur Justinussen 79

Liðið: Teitur M. Gestsson - Alex José dos Santos, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jógvan Rói Davidsen, Heini Vatsndal (Bárður Olsen 25), Fróði Benjaminsen (liðsk.) – Kristin R. Mouritsen - Símun Samuelsen (Pál Mohr Joensen 67) ,Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinsen 45), Christian R. Mouritsen


Óbrúktir eykaleikarar: Hans Jørgensen og Tróndur Jensen
Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe
Gul kort: Gunnar Haraldsen og Bárður Olsen
Reytt kort: -
Dagsins maður: Fróði Benjaminsen
Dómari: Alex Troleis
Hjálpardómarar: Andreas Josephsen og Andreas Petur Hansen
4. Dómari: Rúni Gaardbo


Myndir: Rakul Hansen