Trý reyð og sjey kassar

Effodeildin, 16. umfar: HB – B68 6-1


Greiði og sannførandi sigurin á toftamonnum sigur kanska meira um gestirnar enn um okkum, men, sjey mál og trý reyð kort í einum dysti eru nú ikki at forsmáa.




Ari Mohr Olsen hevði fingið møguleikan í álopinum, nú bæði Øssur og Poul sótu uttanfyri við skaða. Og ikki kann sigast annað enn at hann tók av.



Longu í øðrum leikminutti skoraði Ari fyrstu ferð. Tá stórt korter var leikt setti ungi framherjin pannuna á eitt gott innlegg úr okkara vinstru síðu. Uppskriftin til hitt fyrra málið var hin sama.



Beint áðrenn hetta varð Evrard Blé vístur av vølli fyri neyðbremsutakling. Hetta gjørdi ikki støðuna hjá gestunum betri, men hinvegin vit vóru sum so betri longu áðrenn eisini.



Vit fingu tvey mál aftur at áðrenn hálvleik. Christian R. Mourtisen spældi sera væl í dag. Fyrst var hann klárur til enn eitt innlegg, tá lítil hálvur var leiktur.



Fimm minuttir fyri hálvleik fór hann aftur til stroks og við frálíkum driblitúri snýtti hann allar og sendi bóltin í netið.



Okkara seinasta mál í fyrra hálvleiki var ein sonn rótibutik, men endin var, at Arí sendi bóltin í netið og við tí skoraði sítt hattrikk.



Seinni hálvleikur bleiv meira óruddiligu, men tá fimm minuttir vóru spældir, bleiv mótbrekkan hjá B68 uppaftur brattari. Púra burturúr vón og viti fóru gardinurnar niður hjá Albert Róin Johannesen. Reytt kort var takkarlønin.



Jákup F. Hansen tiltuskaði sær eisini eitt reytt kort. Hóast tað var heldur hart dømt var tað væntandi, tí helst vildu Petur Reinert kompensera eitt sindur. Afturfyri slapp Óli Olsen møguleika at minka um munin við brotssparki. Tað gjørdi hann eisini.



Vit fingu bara eitt mál í seinna hálvleiki, sum tí endaði við janleiki og hóast bæði Jógvan Rói, Tróndur og fleiri við teimum royndu seg, var tað bara Adrian Justinussen sum skoraði. Ári Mohr Jónsson var eisini góður í dag, átti enn eina málgevandi avlevering.



Meira hendi ikki og nú byrjar at líkjast aftur. Vit fara nú í summarfrí frá Effodeilini. Men friður verður eingin, tí longu hósdagin spæla vit Europa League í Tallinn.



Tað er so ein onnur uppgáva sum vit sjálvandi eisini gleða okkum til.




KOYR Á, HB!!!!




HAGTØLINI



Effodeildin, 16. umfar fríggjadagin 24. juni 2015 kl. 18.00 í Gundadali



HB – B68 6-1 (5-0)

1-0 Ari Mohr Olsen 2’
2-0 Ari Mohr Olsen 16’
3-0 Christian R. Mouritsen 27’
4-0 Christian R. Mourtisen 39’
5-0 Ari Mohr Olsen 45’
5-1 Óli Olsen 72’ (br.)
6-1 Adrian Justinussen 83’

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Fróði Benjaminsen, Jóhan Troest Davidsen (liðsk.)(Bartal Wardum 46), Jógvan Rói Davidsen, Christian R. Mouritsen (Jákup F. Hansen 59), Tróndur Jensen, Magnus Egilsson, Rókur av Fløtum Jespersen, Teit Jacobsen (Adrian Justinussen 32) og Ari Mohr Olsen



Óbrúktur eykaleikari:
Niklas Thomsen og Pál Mohr Joensen



Reytt kort: Jákup F. Hansen

Á beinkinum: Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Heðin Weihe og Uni Nielsen

Dagsins maður: Ari Mohr Olsen



Dómari: Petur Reinert
Hjálpardómarar: Jóannes M. Mikkelsen og Arni Rasmussen
4. dómari: Dagfinn Forná


Myndir: Rakul Hansen