Tennisegg í Gundadali

Effodeildin, 24. umfar: HB – 07 Vestur 6-0 (1-0)


Lýsingarorðini kundu verið mong ein dag sum í dag. Tað stutta av tí langa er tó, at vit vístu rætta FM-hugburðin og sendu vágamenn heim aftur við tenniseggi.




Fyrri hálvleikur var annars heldur javnur, og vágamenn høvdu kanska besta møguleikan í dystinum, tá Gunleif Olsen sendi eitt skot á stongina og út, tá tíggju minuttir vóru leiktir. Løtu seinni varð Tór-Ingar Akselsen spældur púra blankur eftir misskiljing í okkara verju. Tíbetur var Teitur klárur og bjargaði væl.



Hinvegin, vit høvdu fleiri risa møguleikar og serliga Mouritsen-beiggarnir vóru sera góðir og væl fyri. Andrew og Fróði vóru eisini fleiri ferðir væl við.



Tó, vit fingu fyrsta málið. Tríggjar minnuttir fyri hálvleik spældi Christian ein góðan bólt til Heina, sum takkaði fyri við at skora. Meira hendi ikki í fyrra hálvleiki.



Beinanvegin í seinna hálvleiki skoraði Heini aftur og økti tí til 2-0. Alex, sum var væl upplagdur í dag, spældi sær við verjuna hjá gestunum. Endin er, at hann spælur til Heina, sum aftur eru eirindaleysur og skorar.



Fimm minuttir inni í hálvleikinum verður dagsins maður, Kristin R. Mouritsen, feldur eftir gott einmansavrik afturi við baklinjuna. Fróði tók við ábyrgdini og skoraði trygt uppá brotssparkið.



Eftir at Kristin hevði royndi seg tvær ferðir, lukkast triðju ferð. Hann ger ikki mætar  enn frá miðjuni at renna frá 07 Vestur-verjuni. Endin er, at Kristin sendur bóltin í  málið eftir frálíka rennitúrin.



Andrew og Kristin fóru av vøllinum tólv minuttir fyri leiklok. Fyri teir komu Bárður J. Heinesen og Rógvi S. Holm. Kristin var eisini tikin út, og fyri hann fekk blaðungi Hilmar Leon Jakobsen sín allar fyrsta dyst á bestu deildini.



Ungi maðurin var ikki meira enn innkomin, tá Tróndur, sum eisini spældi ein sera góðan dyst í dag, sendi ein vandamiklan bólt framvið verjuni hjá gestunum. Endin er, at Hilmar Leon stingur nøsina fram og skallar bóltin í málið. Hansara allar fyrsta mál í bestu deildini í sínum allarfyrsta dysti í bestu deildini. Ófatuliga flott klárað og hjartaliga til lukku.



Bárður J. Heinsen vildi eisini verða við. Hann spælur ein góðan bólt út til Christian og biður samstundis um at fáa hann aftur. Christian, sum kanska hevur verið okkara allarbesti maður í ár, er tryggur og sendur honum eina perfekta avlevering. Bárður snittar bóltin flott yvir móti handaru stong uttan møguleika hjá Gango at bjarga.



Nú byrjar at líkjast, og við hinum úrslitunum í hesum umfarinum hava vit aftur økt um okkara greiðu leiðslu í oddinum.



Komandi vikuskiftið verður stóra brakið í Fuglafirði. Tá tekur ÍF ímóti í Fløtugerði. Tað er ein onnur uppgáva, sum vit gleða okkum almikið til.



Vit kunnu bara staðfesta, at vit hava vunnið ein flottan sigur á absolutta botnproppinum. Vit takka, bukka og ynskja okkara leikarum hjartalig til lukku við flotta avrikinum.



KOYR Á, HB!!!




HAGTØLINI



Effodeildin, 24. umfar sunnudagin 29. september 2013 kl. 15:00 í Gundadali



HB – 07 Vestur 6-0 (1-0)

1-0 Heini Vatnsdal 41’
2-0 Heini Vatnsdal 47’
3-0 Fróði Benjaminsen 51’ (br.)
4-0 Kristin R. Mouritsen 71’
5-0 Hilmar Leon Jakobsen 85’ (fysta málið í bestu deildini)
6-0 Bárður J. Heinesen 86’



Liðið:
 Teitur M. Gestsson – Alex José dos Santos, Jóhan Troest Davidsen (Rógvi S. Holm 78), Pál Mohr Joensen, Tróndur Jensen, Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen (liðsk.), Heini Vatnsdal - Kristin R. Mouritsen (Hilmar Leon Jakobsen 77), Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinensen 78)

Óbrúktir eykaleikarar: Hans Jørgensen og Páll Mohr Joensen



Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe



Dagsins maður: Kristin R. Mouritsen



Dómari: Dagfinn Forná
Hjálpardómarar: Andreas Petur Hansen og Thorvald Petersen
4. dómari: Pætur Albinus


Myndir: Páll Árni Berg