Teir næstbestu løgdu væl út

1. deild menn, 1. umfar: HB - B36 4-1

Mikukvøldið byrjaði landskappingin hjá monnunum í 1. deild. Hetta var ein útsettur dystur frá sunnudegnum. Eins og hjá fyrsta liði byrjaðu vit við at taka ímóti grannunum fyri sunnan. Leikt varð á Tórsvølli móti B36, sum júst er komið upp úr 2. deild.



Ein góð løta gekk, áðrenn ljósini tendraðu, so tað var um reppið at dómarin, Súni Fríða Barbá, útsetti dystin. Sami Súni Fríði slapp annars væl frá dømingini saman við hjálpardómarunum.

Eins og við dystinum í Effodeildini tyktist taðsum B36 tók okkum á bóli. Teir hvít/svørtu byrjaðu beinanvegin við øgiligum trýsti frammarlaga á vøllinum. HB fekk ikki spælið at flóta, og longu tá átta minuttir vóru leiktir, setti Sandri Færø bakkin av á vinstra vongi, legði bóltin flatt innfyri til Jákup Joensen, sum knallaði bóltin í kassan til 1-0 til B36.

Hetta var tó kanska akkurát tað, sum skuldi til, tí nú vaknaðu okkara menn. Bara tveir minuttir seinni høvdu vit horna. Bólturin verður skallaður út til Magnus Egilsson, sum frá 20 metrum fluktar bóltin hegnisliga í málið til javnleik.

Aftaná hetta høvdu vit nógvar fríspælingar í síðunum og settu okkum púrasta á dystin. Tróndur Jensen var eyðsýndur við fleiri gjøgnumbrotum, og knappar fimm minuttir fyri hálvleik bragdaði aftur. Tróndur fær sent bóltin inn til Jógvan Skeel Nolsøe, sum prikaði hann í netið til 2-1 leiðslumál.



Eitt korter fyri leiklok komu vit aftur ígjøgnum í høgru síðu. Tróndur sendi bóltin hart og flatt inn til áleypararnar. Tíverri fyri grannarnar var Robert Heðin Brockie so óheppin at beina bóltin í egið mál.



Seinasta málið kom sjey minuttir fyri leiklok. Magnus byrjar álopið á miðjuni. Hann spælur til Eyðun, sum kippar bóltum uppum verjuna til ein púra frían Jógvan Skeel, sum hegnisliga lyftir bóltin uppum málmannin og í mál.



Ein flott byrjan hjá Frankieboys sum saman við Skála og B68 í skrivandi stund liggja á odda í kappingini. Hjartaliga tillukku dreingir!

Meira ber til at lesa um kappingina hjá øðrum liði okkara her.