Taptu móti botnliðnum

1. deild menn, 19. umfar: HB - EB/Streymur 1-3 (0-0)

Næstbesta liðið hjá okkum var í kvøld fyri óvæntaðum ósigri, tá botnliðið úr Sundalagnum var á vitjan í Gundadali. Samanumtikið má sigast, at sigurin hjá gestunum ikki var óuppiborin.


Vanligt er, at nakað av útskifting er á næstbesta liðnum hjá okkum í summarsteðginum. Menn fara av landinum í lestrarørindum, onkur kanska skiftir felag, meðan aðrir eru heima í summarfrí og hjálpa til. Í so máta er árið í ár onki undantak. Tí hava broytingar verið á liðnum hesar báðar fyrstu dystirnar eftir steðgin.

Í Klaksvík leygardagin var sjónligt, at broytingarnar á liðnum høvdu við sær, at liðið ikki hekk so væl saman fyrsta partin av dystinum. Undan dagsins dysti var miðverjin og toppskjúttin hjá okkum, Jákup Slættalíð, farin av landinum í lestrarørindum, so aftur her var neyðugt við broytingum á liðnum.

Lítið skipað spæl var at síggja frá liðunum í fyrra hálvleiki. Okkara høvdu nógv bólttap og fáar møguleikar. Tað var ikki at síggja, at toppur og botnur í 1. deild spældu. Hálvleiksstøðan var 0-0. Seinni hálvleikur broytti ikki tað heilt stóra í so máta. Framvegis heldur óskipað spæl, men tó vóru einstakir møguleikar til bæði liðini.

Í 56. minutti bragdaði endiliga hjá okkum. Pætur spælir Magnus, sum fær fatur á bóltinum í brotsteiginum hjá EB/Streymi, stríðist væl og fær lagt bóltin til Bárður Heinesen, sum smekkar hann í kassan til 1-0. Stutt eftir høvdu gestirnir eina góð roynd móti okkara málið, men innskiftið Rógvi S. Holm bjargaði á strikuni. Eftir hetta høvdu vit tvær heilt góðar royndir. Fyrst Pætur við góðum skoti, og seinni Bárður við frálíkum skoti, sum varð bjargað til horna.

Minuttin aftaná fáa gestirnir mál, tá okkara missa bóltin í uppspælinum. Tað gekk skjótt hinvegin, og eftir gott innlegg úr høgru, endaði bólturin í málinum aftan fyri Hans. 5 minuttir seinni fekk Rógvi beinleiðis reytt kort og við einum manni minni á vøllinum gjørdist mótbrekkan ov stór. Gestirnir fingu 2 mál afturat móti dystarenda og vunnu sostatt ein uppibornan sigur á greiða oddaliðnum.

Ein heldur miseydnaður dagur hjá okkara má sigast, men sum hini úrslitini lagaðu seg í kvøld, eru okkara framvegis greitt oddalið í 1. deild við 8 stigum niður til nr. 2. Væntandi finna teir stevið aftur, soleiðis at oddastøðan ikki skeiklast.

Koyr á, HB!


HAGTØLINI

1. deild, 19. umfar: týsdagin 6. august 2013 kl. 18.00 ovari vøllur í Gundadali

HB – EB/Streymur 1-3 (0-0)
1-0 Bárður Heinesen 56’
1-1 Árni G. Olsen 73’
1-2 Árni G. Olsen 81’
1-3 Jónstein Magnussen 90’

Liðið: Hans Jørgensen – Bárður Heinesen, Ólavur í Ólavsstovu (Rói av Fløtum 75), Óli Arge (Rógvi Holm 55), Magnus Egilsson (Tóri Rasmussen 88), Tróndur Jensen, Páll Mohr Joensen (Tóri Rasmussen 86), Pætur T. Jørgensen, Sverri Mohr Mortensen, Bárður Mittelstein og Sørin N. Samuelsen (liðsk.)

Óbrúktir eykaleikarar: Símun Eliasen og Eli Nolsøe Leifsson

Venjari: Frankie Jensen

Hjálparvenjari: Símun Eliasen 

Gul kort: Søren N. Samuelsen, Bárður Mittelstein, Sverri Mohr Mortensen
Reytt kort: Rógvi S. Holm

Dómari: Rói Jacobsen
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Jan Hermansen
Eygleiðari: -