Tá føroyingar vunnu 5-1 á ÍBV

Tann 5. juli 2013, dagin eftir frálíka 1-1 javnleikin hjá HB ímóti ÍBV í Vestmannaoyggjum, vóru 15 ár liðin, síðan tveir føroyingar við Pálli Guðlaugsson sum venjara vunnu so stóran sigur á meistaraliðnum ÍBV á Ólafsfirði, at tað endurljóðaði um alt Ísland.






Hendan sama dagin í 1998 var eisini kapping um at gerast sterkasti maður í Íslandi. Úr Føroyum var Regin Vágadal boðin við sum gestur. Regin vann kappingina. Ítróttatíðindini í Íslandi sama kvøld snúðu seg tí bara um tvær hendingar – sigurin hjá Leiftri á Ólafsfirði á ÍBV og Regin Vágadal.





Føroyingarnir í Leiftri vóru Jens Martin Knudsen og eg sjálvur. Páll hevði biðið okkum komið til Íslands at spæla við liðnum. Ólafsfjørðurin liggur ytst úti í Eyjafjørðinum á Norðurlandinum, so vit vóru professionellir heilt norður ímóti sjálvum pólkringinum.





Byrjanin hjá okkum í Íslandi var heldur trilvandi. Í Leiftri vóru íslendingar, føroyingar, ein dani, ein skoti, ein nigerianari og ein slovaki. Liðskipari var ein fyrrverandi íslendskur landsliðsspælari. Hann hevði sítt stóra stríð at fáa liðið at hanga saman.





Páll Guðlaugsson baksaðist eisini í sínum lag at fáa liðið at rigga. Allir dugdu sítt á einum vølli, men ongin hevði spælt saman fyrr. Smátt um smátt komu vit tó á lagið. Vunnu m.a. í landskappingini og tveir dystir í steypakappingini ímóti lægri liðum.





Men nú skuldi ÍBV koma á vitjan. Páll ivaðist ikki í, at vit kundu vinna. Sjálvur vaks hann upp í Vestmannaoyggjunum, og nú bygdamenn hansara komu á vitjan, tevjaði hann blóð. “Vit taka teir í kontraálopunum,” segði hann alla vikuna undir venjing.





Jens Martin og eg tevjaðu eina lítla hevnd. Tá vit komu til Íslands, flentu fleiri at, at føroyingar nú skuldu læra íslendingar at spæla fótbólt. Morgunblaðið gjørdi eina skemtitekning, sum staðfesti, at ein føroyskur fótbóltsspælari kostaði eitt tons av toski!





Vunnu vit nú á meistaraliðnum og stóðu okkum væl persónliga, fóru eygleiðararnir kanska ikki at flenna so hart. Páll gjørdi sær dælt av støðuni. Gjørdi nógv av, tá hann segði frá søgum um, hvussu blaðmenn ristu við høvdinum at føroyingunum í Leiftri.





Pallsetingin 5. juli í 1998 kundi tí ikki verið betri. ÍBV møtti upp við eini kenslu av, at hetta mundi fara at ganga. Tað gjørdi tað ikki. Vit bíðaðu tolnir eftir teimum og fóru so í eitt mótálop fyri og annað eftir. Úrslitið gjørdist 5-1. Jens Martin varð dagsins maður, og eg skeyt trý mál.





Hesin dysturin var okkara gjøgnumbrot í Íslandi. Vit høvdu ofta tosað um, at vit fóru undir ongum umstøðum til Føroya aftur sum eitt miseydnað føroyskt eksperiment í Íslandi. Fyrr skuldu vit festa røtur har og arbeiða hart fyri stórum sigrum. Her var so ein: Leiftur-ÍBV 5-1.





Í dag eru hetta bara minnir, men góð eru tey, tí vit fluttu nøkur persónlig mørk hendan dagin. Tá vit kundu knógva meistarunum, kundu vit so mangt. Vit komu eisini í steypafinaluna í 1998 – ímóti ÍBV. Hana taptu vit tíverri 2-0. Í 2000 vunnu vit í ÍA finaluna 2-1 – ímóti ÍBV.





Vestmannaoyingar vóru góðir og siðiligir mótstøðumenn tey trý árini, eg var í Íslandi og spældi. Havi bara gott at bera teimum. Men sum HB prógvaði hósdagin, eru teir at tosa við. Vit gleða okkum til heimadystin í Gundadali 11. juli! Áfram HB – alla leið út í Evropu!