Sundalagsmenn vitja skírisdag

Undan 1/4-finaluni um Løgmanssteypið : HB – EB/Streymur


Eftir trivaliga sigurin móti MB í 1. umfari varð greitt, at EB/Streymur, sum fyri nøkrum árum síðani var heilt stóra steypaliðið, stóð næst fyri tørni.




EB/Streymur vann eftir longda leiktið og brotssparkskapping teirra dyst í fyrsta umfari móti Skála. Flotta avrikið bleiv endurtikið sunnudagin, tá Suðuroyarliðið var sent heim aftur við ongum.



Hetta hevur helst givið monnunum hjá Heðini áræði at taka eitt stig afturat. Hóast nakað av vatnið er runnið í ánna, síðan felagsliðið var ein avgjørdur maktfaktorur her á landi, eiga teir helst at kenna seg væl í hesum døgum.



Vit megnaðu heldur ikki at fáa hol á móti ÍF, so eftir frálíka sigurin ímóti MB, duttu vit hart niður á jørðina aftur eftir nullloysnina í Fløtugerði.


Burtursæð frá at málini í Effodeildini lata bíða eftir sær, sær bara heilt gott út hjá okkum, og spæla vit kortini rætt, eiga vit at megna eitt betri úrslit skírisdag kl. 17.00.



Vit gleða okkum til spennandi dystin og ynskja øllum hjartaliga vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll.




Góðan dyst og koyr á, HB!!!!




Allir dystirnir í 1/4. finaluni eru hesar:

1304 NSÍ – TB/FCS/Royn
1304 ÍF – KÍ kl. 14.30
1304 HB – EB/Streymur kl. 17.00
1304 B36 – Víkingur kl. 13.45