Sundalagsmenn dáma at arga okkum

Undan 25. umfari í Effodeildini: HB – EB/Streymur


Stigatalvan lýgur ikki. EB/Streymur liggur á áttanda plássi og niðurflytingarspøkilsi ger aftur um seg við Margáir.




Eftir hampuliga gongd i undanfarnum dystum, mistu sundalagsmenn alt á gólvið seinast tá Skála var á vitjan og fór avstað aftur við øllum.



Mitt í tí heila, eru teir hálaðir niður aftur móti niðurflytingarlinjuni og tí mugu øll segl setast tá dysturin sunnudagin verður bríkslaður í gongd.



Ikki tí, higartil í ár, hava teir vunnið fult hús móti okkum. Einki er at ivast í, at allar ivastøðurnar í teimum dystunum fullu til teirra fyrimun, men tað tekur framvegis einki frá dagsins gestum, Teir berjast til síðsta dropa.



Tann feita daman ger seg til at syngja seinasta ørindi fyri ársins Effodeild, og sum støðan er, hava vit bert æruna at spæla fyri. Men hon kann eisini verða góð og hví ikki bara taka alt og leggja góðan botn í til komandi ár.



Vit kunnu bara fegnast um gongdina síðan summarsteðgin og gloyma alt sum hendi áðrenn. Stuttligt er at síggja okkara góða og ágrýtna lið, og vónandi, og vantandi, fara vit eftir øllum sunnudagin.



Vit gleða okkum almikið til dystin sum verður sunnudagin kl. 15.00 og ynskja øllum hjartaliga vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll.




Góðan dyst og KOYR Á, HB!!!!




Allir dystirnir í 25. umfari eru hesir:
0110 HB – EB/Streymur
0110 ÍF – Víkingur
0110 Skála – B36
0110 TB/FCS/Royn – KÍ
0110 07 Vestur - NSÍ


Mynd: Rakul Hansen