Strævið lív

Effodeildin,
13. umfar: HB – Skála 1-2



Tað krevur sín mann at halda
við HB. Síðani okkara seinasta FM í 2013
 hava vit ongantíð á morgni vitað, hvar
vit á kvøldi skuldu gista.




Dagsins dystur er eisini ein
góð mynd av støðuni. Fyrsta hálva tíman trumlaðu vit gestirnar niður, og vóru
vit líka neyvir sum teir, skoraðu vit fimm mál. Vit megnaðu onkursvegna bara eitt, og
hetta skuldi hevna seg fleirifalt seinni.



Pingel var síðstur á einum
góðum innleggi úr vinstru frá Ára, og eirindaleyst sendi hann bóltin í netið. Stankov var
brennivargurin í dag, og serliga støðan, tá hann kom leysur móti Gangó,átti at
verið umsett til mál.



Skála formáddi sær ikki nógv
fyrr enn móti endanum av hálvleikinum. Útjavnandi málið kom eftir, at vit blivu spældir tunnir í vinstru síðu, og bólturin verður sendur inn fyri. Bum – bum, og
so høvdu gestirnir umsett teirra einasta møguleika í fyrra hálvleiki til útjavnandi málið.



Í seinna hálvleiki væntaðu vit, at okkara fóru at herja á av álvara. Men tíverri megnaðu vit ikki at leggja trýst á.

Hinvegin vóru skálamenn raskir og ágrýtnir, og sum hálvleikurin leið, fingu teir
flutt spælið longur inn á okkara hálvu. Til tíðir vóru tað vit, sum bara máttu
lossa bóltin fram í vón um, at okkara áleyparar kundu gera okkurt.



Vit royndu okkum bara tvær
ferðir í seinna hálvleiki. Rókur og Stankov skutu væl, men málverjin var fyri
báðar ferðir.



Seks minuttir fyri leiklok
fór Skála í kontra, og endin var, at Jákup Johannesen sendi bóltin í netið til
skigursmálið 2-1.



Vit megnaðu ikki at koma
afturí aftur og kunnu tí bara staðfesta, at vit nú hava tapt líka ofta, sum vit
hava vunnið í ársins Effodeild, og hóast langt er eftir á mál, hava vit helst longu útspælt okkara leiklut í ár.





KOYR Á, HB!!!!





HAGTØLINI



Effodeildin, 13. umfar sunnudagin 18. juni 2017 kl. 15.00
í Gundadali



HB – Skála 1-2 (1-1)

1-0 Sebastian Pingel 6’

1-1 Brian Jacobsen 43’

1-2 Jákup Johannesen 84’



Gult kort: Sebastian Pingel, Adrian Justinussen og
Tróndur Jensen



Liðið:  Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson,
Bartal Wardum, Heðin Hansen, Jógvan Rói Davidsen, Adrian Justinussen (Daniel
Johansen 86), Martin Bergvold, Tróndur Jensen (Símun Samuelsen 63), Sebastian
Pingel (Hjalti K. Djurhuus 79), Rókur av Fløtum Jespersen (liðsk.) og Alexandar
Stankov



Óbrúktur eykaleikarar: Barti Vitalis Mørk, Levi
Hanssen, Dánial Pauli Lervig og Heri H. Mohr



Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe,
Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe



Dagsins maður: Jógvan Rói Davidsen



Dómari: Dagfinn Forná

Hjálpardómarar: Vinjard Dam og Rani A.
Skaalum

4. dómari:
Bjarki Danielsen

Myndir: Rakul Hansen