Stórur blíðskapur á Tvøroyri


HB-ferðalagið er júst komið aftur av Tvøroyri. Hóast úrslitið av dystinum helst kundi verið betri, nutu vit ið vóru farin suður, sera góðan og hjartaligan blíðskap á Tvøroyri.



Nolsøe tvíburðarnir, Ásmund og Trónd, tóku ímóti og vístu okkum út til Sevmýru. Donsku gestirnir, Malene og Frank, ið vitja hesar dagarnar, fingu ein sertúr "oman í kjallarin" at síggja serliga forkunnugu rúmini við tinganestum og anekdotum.



Afturvið fingu vit ein leskandi munn og okkurt fast at bíta í. Um tvey tíðina fóru fólk at ressast og farið var til nýggja vøllin við Stórá í Trongisvág.



Tíverri versnaði veðrið sum dysturin leið og móti dystarenda var satt útideyðaveður, og so skjótt Lars bríkslaði av, runnu menn oman í umklæðingarrúmini og beint undir heitar brúsur.



Vit takka Nolsøe fólkunum á Tvøroyri fyri hjartaligan og góða blíðskap, og gleða okkum longu nú til næsta túr til Stórá.


Myndir: Knút Olsen