Stórsigur hjá U18 og góður sigur til HB II

Eftir eina heldur vingluta byrjan er skil komið á hjá HB II, og tveir sigrar í teimum seinastu dystinu talar um, at gongdin helst er vend. Eisini eru U18 menn komnir rættiliga væl frá landi.


Hóast HB II í skrivandi stund bara hevur vunnið seks stig, er helst lagið gott, tí hesi eru vunnin í tveimum teimum seinastu dystunum. Ávíkavist við 4-1 sigri á AB II og 4-2 sigri á NSÍ II.

Smá tap til FC Suðuroy, KÍ og oddaliðið EB/Streym umframt stórtap móti GizaHoyvík, eru úrsltini higartil. Komandi dystur hjá okkara monnum er móti B71.

Annars ber til at síggja meira um kappingina hjá U18 dreingjum her. og hjá 1. deild menn her.

U18 dreingir hjá okkum hava fingið eina frálíka byrjan. Í ár er kappingin býtt í tveir bólkar. Vit eru saman við Víkingi, 07 Vestur, KÍ a, GizaHoyvík og NSÍ b.

Okkara ungu menn hava ikki gjørt mætari enn at vinna allar fimm dystirnar higartil við málúrtøkuni +38 (41 - 1). Hetta má sigast at verða sera væl frágingið, og tað fegnast vit sjálvandi almikið um.

Mánakvøldið var tað KÍ sum fekk oyruni í maskinuna. Daniel Johansen (tvey), Adrian Justinussen, Martin Dam og Ari Mohr Olsen skoraðu okkara mál.

Turið Láadal Sejersdóttir, okkara frálíka "altmulig" kona í HB-húsinum dugir ikki bara at binda, men hevur her klikkt eina rúgvu av góðum myndum. Njóti tær.