Stigini lógu eftir

Effodeildin, 11. umfar: KÍ – HB 1-0

Ungir, sprelskir og fullir av orku. Miðalaldurin líka undir 21 ár. Vístu góðan stríðsvilja allan dystin, men tíverri eydnaðist ikki at fáa stigini við aftur til Havnar, tí KÍ revsaði eitt bil av gáloysni.

Okkara ungu menn løgdu væl út í dystinum og
stríddust mannliga gjøgnum allan fyrra hálvleikin. Fleiri góð uppspøl og onkrar
góðar sendingar, sum saktans kundi havt endað við einum máli. Viðhvørt var tað
bara tað síðsta sum manglaði, sjálv eksekveringin. Men hetta skal nokk koma,
eingin ivi um tað. Góði stríðsviljin og dugnaligi bóltførleikin fara at ganga
upp í eina hægri eind, og tá verður ikki at standa fyri.





















Í hálvleikinum var málleyst, so tað var við
góðum treysti leikarar kundu fara at rinda møðina og áskoðarar at hita seg við
onkrum flógvum og tosa um hvat skuldi til fyri at basa vertunum. 



Var máleyst í hálvleikinum, so vóru vit
málleys í somu løtu seinni hálvleikur var byrjaður. Vertirnir løgdu øgiligir
fyri og broderaðu seg gjøgnum alt og allar og neyvan var farin hálvur minuttir,
so høvdu teir lagt seg á odda 1-0 við einum vælspældum máli hjá Páll
Klettskarð.



Hetta var sum vátur vøttur - men mest hjá
áskoðarunum, tí ungu menninir hildu fram við sama treysti og árræði og vístu
sítt hegni til at spæla fótbólt. Kanska eitt sindur torført móti einum liði sum
dyrkar at spæla langar bóltar fram og so spæla upp á, at teir fella rætt til
teir røttu. Men tað eydnaðist ikki at fáa nakað á tann húkin í dag, hóast
dúgliga varð roynt og onkuntíð nær við.



Hinvegin eydnaðist heldur ikki hjá okkara
monnum at skapa tær heilt vandamiklu støðurnar framman fyri hinum málinum, -
hóast bæði elsti maðurin á liðnum, liðskiparin Johan Troest, hevði góðan
skallara á yvirleggjaran, Bartal Wardum hevði gott skot útifrá og centimetrar
við síðuna av og Teit Jacobsen mundi komið gjøgnum heilt einsamallur, men misti
á stokkinum í síðstu løtu.



Tað eydnaðist ikki at fáa útjavnandi málið
og sostatt komu stigini at liggja eftir har norðuri í dag.



Men eingin grund at fella í fátt. Nógvir
dystir eru eftir enn og vit skulu nokk koma sterkt aftur !



Koyr á HB !



 



HAGTØLINI



Effodeildin, 11. umfar sunnudagin 16. mai
2016 kl. 15.00 við Djúpumýru



KÍ – HB 1-0 (0-0)

1-0 Páll Klettskarð 46’





Liðið: Teitur M. Gestsson – Magnus Egilsson, Jákup F. Hansen, Johan
Troest Davidsen (liðsk) , Jógvan Rói Davidsen, Adrian Justinussen, Trónur
Jensen, Bartal Wardum, Christian R. Mouritsen, Teit Jacobsen og Ari
Mohr Olsen (Rói av Fløtum 86.)



Óbrúktur eykaleikari: Niklas Thomsen, Heri Hjalt Mohr, Tóri
Rasmussen og Daniel Johansen





Á beinkinum: Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Heðin
Weihe og Uni Nielsen



Dagsins maður: Jógvan Rói Davidsen



Dómari: Alex Troleis

Hjálpardómarar: Regin Egholm og Dan Højgaard

4. dómari: Petur Reinert