Steypafinalurnar 2017

Aftur í ár eru vit í Havnar Bóltfelag væl umboðað í ársins steypafinalum. Vit eru við í fýra av í alt sjey finalum.


Hóast vit ikki eru við í tí størstu finaluni, so eru tó ríkiligir møguleikar hjá HB-fjepparum at síggja góðan steypafótbólt, har HB er annar parturin.



Skráin fyri steypafinalurnar er hendan:



Fríggjadagin 25. august:
Kl. 19.00 NSÍ - HB U18 dreingir - Thomas Dam Intersport Steypið.



Leygardagin 26. august:
Kl. 13.00 NSÍ - HB U14 dreingir - Cadbury Steypið
Kl. 16.00 HB - KÍ U16 dreingir - Blaðberasteypið



Leygardagin 9. september:
Kl. 17.30 HB - EBS/Skála Kvinnur



Allar finalurnar verða á Tórsvølli.