Sperdir oyggjamenn vitja hósdagin

Seinni dystur í innleiðandi umfarinum í Europa League er á skránni hóskvøldið tá vit, á Tórsvølli, taka ímóti ÍBV av Vestmannaoyggjum.


Seinastu dystirnar hevur ikki gingið eftir vild hjá gestunum og prikkurin yvir i-ið var mánakvøldið tá KR, við mikið buldur og brak, sendi ÍBV úr steypakappingini. Fleiri reyð kort og nógv rok stóðst av dystinum og lagið er helst ikki so gott.

Dysturin hósdagin verður tí kærkomin møguleiki at vísa, at javnleikurin í undanfarnu viku var ein svipsari ið ikki skal endurtaka seg.

Vit kunnu hinvegin fegnast almikið eftir frálíka javnleikin vit bardu okkum fram til í fyrra dysti okkara millum. At nakrir av okkara stuðulsleikarum als ikki komu á vøllin í tí dystinum, vísur at breiddin er í lagi, og at menn taka møguleikan tá hann býðst.

Uppgávan hóskvøldið er øtilig, men ikki ómøgulig og tí er sera umráðandi at reagera samsvarandi. Kanska fangaðu vit ÍBV við buksunum niðri og møguliga væntaðu teir ikki so skarpa mótstøðu, men nú eru teir ávaraðir.

Nógv verður gjørt burturúr og á framsíðuni ovast ber til at lesa lýsing frá HB-Stuðlum sum bjóða inn til upphiting og alt ið hartil hoyrur.

Vit gleða okkum almikið til dystin og fara at gera okkara fyri at hjálpa HB fram á leið. Vælkomin á Tórsvøll øll somul. Dysturin byrjar kl. 19.00

At enda ein lítil heilsan til EB/Streym og øll avvarandi hjá teimum. Hjartaliga til lukku við flotta sigrinum týskvøldið og bestu eyðnu víðari í kappingini.