Sorl í Fløtugerði

Menn 1. deild, 6. umfar: ÍF – HB 1-13




Okkara næstu menn vóru á vijtan í Fuglafirði í dag. Hóast vertirnir komu framum, settu vit ÍF til viks í seinna hálvleiki og vunnu at enda trivaligasta stórsigurin í longri tíð.






Pól Magnus Petersen legði vertirnar framum longu tá seks minuttir vóru leiktir. Tá lítið korter var spælt javnaði Jákup Pauli Breckmann og løtu seinni legði Heri H. Mohr okkum framum.





Í seinna hálvleiki skrædlaði tað rættiliga hjá verturnum og megnaðu vit at skjóta ikki færri enn ellivu mál hendan hálvleikin.





Rói av Fløtum gjørdi eitt gott hál og skoraði fimm ferðir. Andrew av Fløtum vær tvær ferðir á rætta staðnum meðan Heri H. Morh, Hans Jákup Annfinsson og Hjalti K. Djurhuus skutu hvør sítt mál í seinna hálvleiki.





Helst er ikki meira at siga um henda dystin, men gleðiligt er, at okkara menn nú í tveimum dystum nú samanlagt hava vunnið 19-2 móti ÍF og Suðuroyarliðnum.





Flott klárað og hjartaliga til lukku við flotta avrikinum.




Koyr á, HB !!!!




HAGTØLINI

1. deild, 6. umfar: leygardagin 29. apríl 2017 kl. 11.00 í Fløtugerði



ÍF – HB 1-13 (1-2)

1-0 Pól Magnus Petersen 6’
1-1 Jákup Pauli Breckmann 14’
1-2 Heri H. Mohr 21’
1-3 Bertórur Thomsen 50’ (sj.)
1-4 Heri H. Mohr 54’
1-5 Hans Jákup Annfinsson 55’
1-6 Rói av Fløtum 59’
1-7 Hjalti K. Djurhuus 64’
1-8 Rói av Fløtum 67’
1-9 Andrew av Fløtum 75’
1-10 Rói av Fløtum 79’
1-11 Rói av Fløtum 84’
1-12 Rói av Fløtum 86’
1-13 Andrew av Fløtum 88’



Gult kort:
Heri H. Mohr



Liðið:
Mattias Lamhauge – Daniel Johansen (Tóri Rasmussen 59), Hjalti K. Djurhuus, Adrian Justinussen (Andrew av Fløtum 59), Rói av Fløtum, Heri H. Mohr, Jákup Pauli Breckmann, Hans Jákup Annfinsson, Ari Mohr Olsen (Páll Mohr Joensen 59), Símun N. Samuelsen (liðsk.) og Bárður Mittelstein



Óbrúktur eykaleikari:
Tór av Skarði



Venjari:
Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Eilif Petersen



Dómari:
Súni Fríði Johannensen
Hjálpardómarar: Dánjal Eli West og Emil Sørensen